Annað

Evropeiskur dámur

Hóskvøldið skulu tvey føroysk lið í eldin í Europa League. Tvær heilt ymiskar uppgávur eru fyri framman hjá B36 og KÍ.

KÍ og B36 fyrireika seg nú til evropeisku avbjóðingarnar (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

KÍ og B36 fyrireika seg nú til evropeisku avbjóðingarnar (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

2018-06-25 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt lið spælir á heimavølli og eitt á útivølli. Eitt lið skal spæla í yvirskýggjaða føroyska høvuðsstaðnum í áleið 10 hitastigum. Hitt er á feriuoynni Malta, har tað verða upp ímóti 25 hitastig undir dystinum.

Ársins føroyska ævintýr í evropeiskum fótbólti byrjar hóskvøldið, tá B36 og KÍ traðka inn í undan-undanumfari í Evropa League. Her eru bert evropeiskar smátjóðir umboðaðar.

Bæði mótstøðuliðini eru frá oyggjalondum. B36 tekur ímóti St Joseph's av Gibraltar. Hetta er aðru ferð, at eitt føroyskt lið skal hitta eitt lið frá Gibraltar í evropeiskari kapping, síðani Gibraltar fekk UEFA limaskap í 2013. Fyrru ferð var í 2014, tá HB vann samanlagt 6-3 á Lincoln Red Imps í Champions League. B36 hevur fyrr leikt ímóti mótstøðuliðinum hjá KÍ, Birkirkara av Malta. Tað var í 2006, tá føroysku meistararnir vunnu samanlagt 5-2 á maltesisku meistarunum. Tá var Mikkjal K. Thomassen á miðvøllinum hjá B36 báðar dystirnar.

Nú er Mikkjal aftur á Malta; hesaferð skal hann royna at vinna í Birkirkara sum venjari. Tað verður to torført; fótbólturin á Malta hevur ment seg, og Birkirkara hevur fingið góð úrslit í Evropa seinastu árirni. KÍ er eisini underdog í dystinum; tó er liðið av Malta ikki so stórur favorittur.

B36 er í einari aðrari støðu. Liðið hjá Jákup á Borg verður mett at vera rímiliga greiður favorittur á heimavølli, og favorittur til at koma víðari samanlagt. Tó skal St Joseph's og fótbóltur á Gibraltar als ikki undirmetast.

Í fjør tapti B36 4-2 samanlagt eftir tveir tættar dystir og tvey 2-1 tap fyri Nomme Kalju úr Estlandi. KÍ fekk ein góðan málleysan javnleik á heimavølli ímóti svenska stórfelagnum AIK, men tapti ruddiliga 5-0 í Stockholm, har øll málini komu í 1.hálvleiki.

Spennandi verður, hvussu hesi liðini fara at standa seg í ár. Vit fáa komandi dagar viðmerkingar um hvussu fyrireikingarnar og vónirnar eru hjá liðunum.

Hósdagin 28/6
Undan-undanumfar í Evropa League

18.00: Birkirkara F.C – KÍ
19.00: B36 - 
St.Joseph's

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder