Annað

Yvirlit: Bólkarnir verða avgjørdir komandi dagarnar

Frá í dag og til og við hósdagin fáa vit greiðu á, hvørji 16 lið koma til áttandapartsfinalurnar, og hvussu tey skulu spæla har.

Harry Kane er toppskjútti við fimm málum í tveimum dystum. Hansara Ongland er komið væl frá byrjan í Russlandi. Ongland er víðari eftir 6-1 sigurin á Panama í gjár(Mynd: EPA)

Harry Kane er toppskjútti við fimm málum í tveimum dystum. Hansara Ongland er komið væl frá byrjan í Russlandi. Ongland er víðari eftir 6-1 sigurin á Panama í gjár(Mynd: EPA)

2018-06-25 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll liðini hava nú spælt tvær ferðir. Tað vil siga, at 32 dystir eru leiktir, nú ellivu leikdagar eru farnir afturum í HM í Russlandi. 85 mál eru skoraði, harav 40 % eru komin uppá deyðbóltar. 16 brotsspark eru dømd – longu meira enn í Brasilia í 2014, tá 14 brotsspørk vóru givin.

Seks lið hava tryggjað sær víðari luttøku. Komandi dagarnar verður greitt, hvørji 10 koma afturat, og hvussu endastøðirnar í bólkunum verða.

Tað er stórur spenningur í summum bólkum; aðrastaðni eru tað bert dystir um fyrsta plássið, ið eru áhugaverdir. Fleiri lið eru longu úti og hava dystir uttan stórvegis týdning.

Soleiðis eru støðurnar í bólkunum eftir tvey umfør, og soleiðis er dystarskráin komandi dagarnar:

(Liðini í grovum eru víðari; liðini í kursiv eru sligin út - Gev gætur at nú eru bert tvey leiktíðspunkt, fýra dystir um dagin, og tveir dystir verða leiktir í senn)

Bólkur A:

Russland      6 (+7)
Uruguay       6 (+2)
Egyptaland    0 (-3)
Saudi Arabia  0 (-6)

Í dag kl.15.00:
Uruguay – Russland
Saudi Arabia – Egyptaland


Bólkur B:
Spania    4  (+1)
Portugal  4  (+1)
Iran        3 ( 0)
Marokko  0 ( -2)

Í kvøld kl.19.00:
Spania – Marokko
Iran – Portugal


Bólkur C: 

Frakland 6 (+2)
Danmark 4 (+1)
Avstralia 1 (-1)
Peru 0 (-2)

Í morgin kl.15.00:
Avstralia - Peru 
Danmark - Frakland  

 

Bólkur D:
Kroatia 6 (+5)
Nigeria 3 (0)
Ísland 1 (-2)
Argentina 1 (-3)

Í morgin kl.19.00:
Ísland - Kroatia
Nigeria - Argentina


Bólkur E:

Brasilia      4  (+2)
Sveis         4 (+1)
Serbia       3 (0)
Kosta Rika 0 (-3)

Mikudagin kl.19.00:
Serbia – Brasilia
Sveis - Kosta Rika


Bólkur F:

Meksiko        6 (+2)
Týskland       3 (0) 
Svøríki          3 (0) 
Suður Korea  0 (-2)

Mikudagin kl.15.00:
Suður Korea - Týskland
Meksiko- Svøríki


Bólkur G:
Ongland 6 (+6)
Belgia    6 (+6)
Tunesia  0 (-4)
Panama  0 (-8)

Hósdagin kl.19.00:
Panama - Tunesia
Ongland - Belgia

 

Bólkur H:
Japan 4 (+1)
Senegal 4 (+1)
Kolumbia 3 (+2)
Pólland 0 (-4) 

Hósdagin kl.15.00:
Japan – Pólland
Senegal - Kolumbia



 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder