Annað

Svenska landsliðið stuðlar Durmaz

Verjuleikarin varð hóttur eftir lívinum eftir dystin móti Týsklandi.

Skíggjamynd: SVT

Skíggjamynd: SVT

2018-06-25 17:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Venjingin hjá svenska landsliðinum í dag byrjaði heldur øðrvísi. Landsliðshópurin samlaðist frammanfyri tíðindafólkunum, sum vóru komin at hyggja eftir venjingini, og Janne Andersson, landsliðsvenjari, tók orðið.

- Vit byrja øðrvísi í dag, tí at tað sum hendi Durmaz í gjár hann ikki góðtakast, segði landsliðsvenjarin.

Svenska SVT hevur sjónband av hendingini, har svenska landsliðið vildi stuðla Durmaz, eftir at hann hevur verið út fyri hørðum atfinningum og hóttanum eftir at hann gjørdi frísparki í dystinum móti Týskland, sum Toni Kroos setti í netið.

- Eg eri fótbóltsleikari á hægsta støði. Men at verða kallaður svarti fani, sjálvmorðsbumbari, og at mín familja verður hótt, kann ikki góðtakast. Eg eri svenskari, eg eri stoltur av troyggjuni og flagginum. Harafturat vil eg takka fyri allan stuðul eg havi fingið, segði Jimmy Durmaz.

At enda vendir Durmaz sær móti sínum viðleikarum og segði at teir standa saman, teir eru Svøríki. Leikararnir róptu síðani “Fuck rasismu” og vístu heiminum, at teir ikki góðtaka slíkan atburð frá viðhaldsfólkunum.

Sí sjónband her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder