Annað

16 ár síðani seinast

Danir skulu seinnapartin royna at at spæla seg víðari til áttandapartsfinaluna.

Danmark hevur fýra stig fyri tveir dystir, og lagnarn er fullkomiliga á donskum hondum seinnapartin í Moskva(Mynd: EPA)

Danmark hevur fýra stig fyri tveir dystir, og lagnarn er fullkomiliga á donskum hondum seinnapartin í Moskva(Mynd: EPA)

2018-06-26 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í bólki C hevur Frakland gjørt sína skyldu í tveimum teimum fyrstu dystunum.  Spælið hjá fraklendingunum hevur ikki bergtikið nakran, men seks stig ímóti Avstralia og Peru er sjálvandi nøktandi. Nú skal eitt stig til ímóti Danmark, so er fyrsta plássið tryggjað. 

Danir hava eisini tørv á einum stigið. Ein javnleikur sendir Danmark víðari í kappingini. Ein sigur; ja, so enda danir ovat í bólki C. Um Danmark tapir fyri Fraklandi, og Avstralia vinnur, so er tað fyrst og fremst málúrtøkan, sum kemur at avgera lagnuna. Sostatt kunnu danir vóna, at Peru gevur teimum eina hjálpandi hond ímóti Avstralia.

Peru hevur verið best spælandi av teimum fýra liðunum í bólkinum. Men 0 mál og 0 stig kemur eitt lið ikki langt við. HM er sum so liðugt fyri suðuramerikanska liðið, men teir í Peru-leguni vilja helst enda væl, og hava avgjørt góðskuna til at taka stig og vinna á Avstralia. Liðið frá Down Under er vælskipað og arbieðir hart, men hevur torført við at skapa opnar málmøguleikar og at skora. Bæði málini í HM higartil hevur Mile Jedinak skorað uppá brotsspark.

Venjarin hjá Fraklandi, Dider Deschamps, sigur at hann fer at spara nakrar leikarar. Men samstundis slær hann fast, at Frakland ikki fer at spæla uppá javnleik, og rætta Danmark nakra hjálpandi hond. Frakland og Danmark vóru í líknandi støðu fyri tjúgu árum síðani, tá Frakland var vertur fyri HM. Frakland hevði 6 stig og var víðari eftir tveir dystir. Danmark hevði 4, og fyritreytirnar vóru so at siga tær somu sum í dag. Frakland spardi nógvar leika men vann 2-1. Danmark kom tó víðari, tí at hiitt úrsliti í bólkinum lagaði seg. Frakland vann HM, og Didier Deschamps kundi sum liðskipari lyfta steypið. Hansara lið skal nú lyfta sítt støði fyri at nærkast heitinum aftur.

Åge Hareide er við gott mót, og í danska hópinum er lagið gott. William Kvist er komin aftur, hóast hann brákaði tvey rivjabein og punkteraði lunga í fyrsta dystinum ímóti Peru. Hann verður møguliga við sum útskiftari í dag, meðan Lasse Schone helst heldur fast um plássið á miðvøllinum. Yussuf Poulsen hevur fingið gult kort í báðum teimum fyrstu dystunum, so han hevur leikbann í dag. Væntandi verður annar av Andreas Cornelius ella Martin Braithwaite, sum kemur at avloysa.

Um Avstralia vinnur og Danmark tapir, og málúrttøkan er tann sama, so kann tað koma fyri at liðið við minst kortum kann koma víðari. Ella skal tað fara til lutakast. Íhvussu er og ikki; spenningurin er stórur. Danmark hevur ikki spælt væl tveir teir fyrstu dystirnar, men tað er ein góður møguleiki fyri, at Danmark fyri fyrstu ferð síðani 2002 skal spæla áttandapartsfinalu í einum HM-endaspæli.  

Bólkur C:

Støðan undan seinasta umfarið:

Frakland 6 (+2)

Danmark 4 (+1) 
Avstralia 1 (-1)

Peru 0 (-2)   

Avstralia - Peru ( KVF - DR 3  
Danmark - Frakland (KVF - DR 1)
(Báðir dystirnir byrja klokkan 15.00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder