Annað

Braslia og Sveis spældu seg víðari

Serbia kundi ikki skakað Braslia, ið er ósigrað eftir bólkaspælið og víðari sum nummar 1. Sveis hittur Svøríki í 1/8 finaluni.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-27 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkur E er nú avgjørdir, og tað varð sum væntað Brasilia og Sveis, ið komu víðari.

Brasilia og Serbia brustu saman í Moskva. Serbar skuldu brúka ein sigur; meðan Brasilia hevði nóg mikið við einum javnleiki. Brasilia vísti í løtum góðar taktir og vann at enda trygt, hóast serbar kroysti Brasilia í løtum.

Tað var ein inntensur fyrsti hálvleikur, har tað merktist at liðini høvdu nógv uppá spæl. Neymar hevði ein góðan møguleika fyri Brasilia, ið hevði tað heldur trupult við at fáa flótandi spæl í og opnar møguleikar

Serbar vóru disiplineraðir, og komu eisini fram til nakrar støður. Men tað gjørdist ikki heilt vandamikið; heldur ikki uppá deyðbóltsstøðurnar, har Serbia annars er sterkt.

Einsamalla málið í hálvleikinum kom tíggju minuttir fyri steðgin. Besti leikarin hjá brasliumonnum higartil í kappingini, Philippe Coutinho, legði ein sera góðan bólt innum verjuna. Paulinho var runnin í dýbdina og hann prikaði bóltin uppum málverjan, Stojkovic.

Serbia skuldi nú hava tvey mál í 2.hálvleiki. Braslia kom betri út, men so tók Serbia fullkomiliga yvir eina løtu. Serbar høvdu fleiri sera góðar støður í brotsteiginum hjá Brasilia, har millum annað Thiago Silva stóð fyri í fimm-metrinum. Tað sá út til, at verða ein spurningur um tíð áðrenn Serbia fekk javnað, men so knappliga sló Brasilia til. Neymar sendi eitt hart hornaspark til fremstu stong, og har leyp Thiago Silva upp og legði Brasilia á odda 2-0.

Eftir hetta fór luftin úr ballónini hjá Serbia. Braslia fór at undirhalda, og flyta bóltin sera væl, har Neymar var íblandaður í nøkrum góðum støðum. Tað kundi komið okkurt mál afturat til brasilianarar, men tað endaði 2-0. Brasilia fer víðari við sjey stigum, og skalu spæla ímóti Meksiko í áttandapartsfinaluni mándadagin.

 

Sveis fekk eitt stig ímóti Kosta Rika, ið einki hevði at spæla fyri. Sveisarar høvdu sítt baks við frískliga miðamerikanska liðnum í men fingu eitt úrslit, ið var nóg mikið fyri teir. 

Sveis kom á odda eftir hálvan tíma í Nishny Novgorad við einum frálíkum málið. Eitt sera gott innlegg frá Stephen Lichtsteiner, ið Breel Embolo stútaði niður til Blerim Dzemali. Miðvallarin bankaði bóltin í málið við einum hálvfluktara, og so var 1-0, og plássið hjá Sveis í áttandapartsfinaluni burdi nú ikki komið í vanda.

Kosta Rika fekk tó javnað tíggju minuttir inn í 2.hálvleik. Tað var verjuleikarin Kendall Watson, ið við hørðum og góðum stútara sendi bóltin framvið Yann Sommer eftir eitt gott hornaspark frá Joel Campbell. Hetta bilti tó ikki nakað hjá Sveis. Serbia megnaði ikki at venda dystinum ímóti Brailia, og harvið endar Sveis á 2.plássið, og skal spæla ímóti Svøríki í áttandapartsfinaluni.

Bæði liðini fingu eitt mál seint í dystinum. Fyrst var tað innskifti Josip Dirmic, sum í 87.minutti skoraði eitt gott mál. Men Kosta Rika svaraði aftur við brotssparki í yvirtíðini. Tað var liðformaðurin Brian Ruiz, sum umvegis yvirleggjara og ryggin á Yann Sommer umsetti brotssparkið til mál.

Kosta Rika fekk eitt stig í hesum endaspælinum, men var ikki nær við at skapa líknandi sensatión sum fyri fýra árum síðani, tá liðið kom framvið Onglandi, Italia og Grikkalandi og allan vegin til kvartfinaluna.

Serbia – Brasilia 0-2(0-1)
Sveis - Kosta Rika 2-2(1-0)

Brasilia      7  (+4)
Sveis         5 (+1)
Serbia       3 (-2)
Kosta Rika 1 (-3)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder