Hondbóltur

EB styrkir hópin við grønlendskum landsliðsspælara

EB styrkir hópin í bestu deildini.

2022-08-12 19:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EB hevur gjørt avtalu við strikuspælaran Nukaaku P. Lyberth, um at spæla við EB komandi kappingarár.

Nukaaka er 21 ára gomul, kemur úr Nuuk, og er student við ítrótti sum rætningslinju.

Nukaaka hevur spælt meginpartin av lívinum við NÛK úr Nuuk. Eitt skifti í 2020 royndi hon seg hjá Nykøbing Falster Hondbólti. Síðsta kappingar ár spældi hon við SAK úr Sisimiut. 

- Nukaaka hevur altíð elska hondbólt og tí hevur hon valt at flyta til Føroya, so hon kann spæla fleiri dystir á hægri støði, sigur EB á heimasíðuni.

EB sigur, at nýggi leikarin hjá teimum hevur verið í grønlendska bruttolandsliðshópinum í eina tíð og bleiv í farnu viku úttikin til A-landsliðið.

Umframt at spæla, fer hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá teimum yngru í felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder