Annað

Kí stillar upp á hendan hátt

Tveir nýggir leikarar eru í byrjunaruppstillingini hjá klaksvíkngum; ein verjuskansi og eitt álopsvápn eru ikki í hópinum.

Ólavur Niclassen er nýggjur maður í miðverjuni hjá KÍ í kvøld(Mynd: Jens Kr.Vang)

Ólavur Niclassen er nýggjur maður í miðverjuni hjá KÍ í kvøld(Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-07-05 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19.00 er fyrsta bríksl í Gundadali, har KÍ tekur ímóti Birkirkara av Malta í Evropa League. Kí hevur eitt gott útgangasstøði orsakað av 1-1 javnleikinum á Malta fyri viku síðani.

Tvær broytingar eru í KÍ-uppstillingini hvat manning viðvíkur. Kroatiski veruleikarin, Marko Dusak, fór út við skaða á Malta og er ikki tøkur í dag. Tað er Jóannes Bjartalíð heldur ikki. Álopskendi leikarin er ikki í hópinum, og hetta er smeitur fyri KÍ. 

Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Ronni Møller- Iversen - Páll A.Klettskarð

Helst verður talan um eina 4-5-1 uppstilling. 

Ísak Simonsen kemur inn á vinstra bakk, meðan Ólavur Niclasen fer inn í miðverjuna saman við málskjúttanum á Malta. Danin Ronni Møller-Iversen avloysir Jóanne Bjartalíð á kantinum.

Hesir eru á bonkinum: Meinhardt Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jacobsen, Mikkjal á Bergi, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder