placeholder
Fótbóltur

U15-landsliðini skulu royna seg móti Íslandi í dag

Televarpið vísir báðar dystirnar í dag. Yngsta dreingjalandsliðið leggur út - fyrsta bríksl á Svangaskarði verður klokkan 15. Klokkan 17.30 byrjar dysturin millum U15-landsliðini við gentum hjá Føroyum og Íslandi.

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari, og Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari, eygleiða Páll Múller úr KÍ og Jónas Samuelsen úr B68 til venjing á Svangaskarði, har dysturin verður leiktur í dag ( Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari, og Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari, eygleiða Páll Múller úr KÍ og Jónas Samuelsen úr B68 til venjing á Svangaskarði, har dysturin verður leiktur í dag ( Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2022-08-16 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir ungdómslandsdystir eru á skránni í august, og í hesari vikuni eru U15-landsliðini hjá Íslandi á vitjan.

Talan er um bæði dreingja- og gentulandslið, og samanlagt fýra dystir verða leiktir. 

Teir báðir fyrstu eru á skránni á Svangaskarði í dag - hinir báðir verða á Tórsvølli hósdagin.

Í dag, týsdagin 16. august
U15 Dreingir: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 15:00
U15 Gentur: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 17:30

Televarpið vísir báðar dystirnar í dag á Rás 1 og á tv.fo


Hetta var hópurin, ið Jógvan Martin Olsen og Jens Erik Rasmussen tóku út fyrr í mánaðinum


Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Jónas Samuelsen, B68
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Teitur Bogason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannessen, HB
Mortan Eyðunsson, HB
Páll Múller, KÍ
Hóri Løkságarð Klakstein, KÍ
Rói Niclasen, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)
Jens Eiler Samsson, Víkingur

Hetta er hópurin, ið Sigtór Petersen og Allan Smedemark hava tikið út: 

Anna á Borg, FC Hoyvík
Bjørk Maria Joensen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Hanna Ellefsen, MB
Naomi Hansen, NSÍ
Valbjørg Davidsen, NSÍ
Jonna á Regni Højgaard, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Reima Isaksen, Víkingur
Hannah Warner, B71
Bjørk Akselsen, B36


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder