placeholder
Annað

10 mannafør: Nýggjur vinnari - Klaksvíkingur knógvaði Orminum

Ógvuliga hørð kapping millum Klaksvíking og Suðuroying. Ormurin Langi á mál sum nummar trý.

(Kvf.fo)

(Kvf.fo)

2018-07-07 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingur leyp avstað frá byrjan og hevði sum so tamarhald á róðrinum allan vegin inn. Teir umborð á Suðuroyingi gjørdu eisini bart, men tað eydnaðist akkurát ikki

Ormurin Langi gjørdi eina roynd at koma aftur tá 250 metrar vóru eftir á mál, men tað riggaði ikki hjá teimum á bláa bátinum í dag, sum annars hevur vunnið allar hinar fýra róðrarnar í ár.

Úrslitið í dag hevur við sær, at alt er opið um FM-heitið. Klaksvíkingur kemur við hesum upp á 30 stig.

 

Úrslit 10 mannafør
1. Klaksvíkingur (4.32.25)
2. Suðuroyingur (4.33.15)
3. Ormurin Langi (4.36.06)
4. Havnarbáturin (4.38.11)
5. Drekin Reyði (4.50.02)

 

Støðan í FM
1. Ormurin Langi (34 stig)
2. Klaksvíkingur (30 stig)
3. Suðuroyingur (26 stig)
4. Drekin Reyði (18 stig)
5. Havnarbáturin (17 stig)


(Dagført 17:40)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder