Hondbóltur

A-landsliðið hjá monnum úttikið

Bara ein spælari úr føroysku landskappingini er við á hondbóltslandsliðnum hesaferð. Føroyar skulu spæla tveir EM-undandystir í oktober, móti Ukreina í Týsklandi og móti Eysturríki á Hálsi.

Peter Krogh er nú einasti landsliðsspælari, sum hevur sína dagligu gongd í heimligu hondbóltskappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Peter Krogh er nú einasti landsliðsspælari, sum hevur sína dagligu gongd í heimligu hondbóltskappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-20 11:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava í dag úttikið teir 16 leikararnir, sum skulu spæla EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki 12. og 16. oktober.

Bara ein av spælarunum, hevur sína dagligu gongd í bestu hondbóltskeppingini herheima, nevniliga Peter Krogh hjá H71.

Hópurin er hesin:

Málverjar: Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL) og Pauli Jacobsen, JS Cherbourg (FRA)

Útileikarar: Leivur Mortensen, Ajax København (DEN), Rói Berg Hansen, HØJ (DEN), Peter Krogh, H71, Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR). Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN), Pauli Mittún, Kristiansand (NOR), Óli Mittún, IK Sävehof (SWE), Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR), Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN), Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbolt (DEN), Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL), Rókur Akralíð, Århus HC (DEN), Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR) og Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið savnast í Aschaffenburg í Týsklandi mánadagin 10. oktober, har liðið fer at venja saman í tveir dagar áðrenn dystin móti Ukraina mikudagin 12. oktober kl. 19, føroyska tíð.

Dysturin verður á heimavøllinum hjá týska liðnum TV Grosswallstadt, sum spælir í 2. bundesliga. Ukrainska stórliðið HC Motor Zaporizhzhia, sum telur fleiri av ukrainsku landsliðsleikarunum, spælir í løtuni í 2. bundesliguni í Týsklandi.

Ukrainska liðið er ikki fremmant. Hetta er triðja EM-undankappingin á rað, har Føroyar eru í bólki saman við Ukraina. Føroyar hava møtt Ukraina fimm ferðir og hava úrslitini verið hesi:

11. januar 2018: Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10. apríl 2019: Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13. apríl 2019: Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10. mars 2021: Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14. mars 2021: Føroyar – Ukraina 25-25, EM-undankapping

Hósdagin 13. oktober ferðast føroyska liðið til Føroyar, har liðið skal møta Eysturríki sunnudagin 16. oktober kl. 18 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til hendan dystin fáast á atgongumerki.fo.

Tað er langt síðani at Føroyar og Eysturríki hava spælt móti hvørøðrum. Seinast var í CHM-kappingunum í 1980 og 1984:

03. februar 1980: Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM
08. februar 1984: Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder