Fótbóltur

Javnt á máltalvuni í Vilnius

Føroyar hava annars verið farligari, og við einum málið frá Jákup Biskopstø Andreasen vóru vit eisini á odda 1-0. Stutt fyri steðgin vóru okkara menn ikki nóg vaknir, og tað eydnaðist litvaum at javna.

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-09-22 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er 1-1 í steðginum, nú liðini eru farin til hálvleiks í Vilnius í dystinum millum Litava og Føroyar í Nations League-dystinum.

Jákup Biskopstø Andreasen legði Føroyar á odda í 22. minutti tá hann setti høvdið á bóltin eftir eitt innlegg frá liðfelaganum í KÍ, Jóannes Bjartalíð.

Føroyar tóktust at hava tamarhald á dystinum, men soleiðis var ikki.

Beint fyri hálvleik høvdu litavar bóltin í føroyska málinum eftir livasamt føroyskt verjuspæl. Í fyrsta umfari varð málið ikki viðurkent, men eftir at støðan hevði verið ein túr framvið VAR-rúminum, varð malið dømt at standa.

1-1, nú liðini eru farin til hálvleiks.

Eini 100 føroyskir fjepparar eru við landsliðnum í Vilnius, og tað hoyrist aftur á vøllinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder