Fótbóltur

Tveir dystir fluttir til leygardagin

Keðilig veðurforsøgn sunnudagin fær liðini at framskunda dystir til leygardagin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-06 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir í Betri deildini hjá monnum, sum skuldu spælast sunnudagin eru framskundaðir ein dag.

Orsøkin er veðrið, sum ikki sær út til at blíva serliga gott fótbóltsveður sunnudagin. Tí er botndysturin millum B68 og AB og dysturin millum Skála og EB/Streym fluttIR til klokkan 15 leygardagin. 

Betri deildin menn 25. umfar

B68 - AB (Ley. 8. okt. 15:00)
Skála-EB/Streymur (Ley. 8. okt. 15:00)
KÍ-HB (Sun. 9. okt. 15:00)
Víkingur-NSÍ (Sun. 9. okt. 15:00)
07 Vestur - B36 (Sun. 9. okt. 15:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder