Fótbóltur

400 dystir í bestu deildini

Atli Gregersen hevur í 18 kappingarár umboðað fyrst GÍ og síðani Víking. Hann hevur eisini roynt at leikt á á liði saman við soni sínum.

40 ára gamli Atli Gregersen í dysti móti NSÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

40 ára gamli Atli Gregersen í dysti móti NSÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-10 14:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atli Gregersen hevur spælt 400 dystir í bestu deldini. Tað vísa hagtølini á Faroesoccer.com.

Hann spældi sítt fyrsta kappingarár í bestu deildini í 2004 við GÍ, og hevur síðani verið í hópinum í felagnum, sum í 2008 gjørdist til Víkingur.

- Tað er nokk eingin loyna, hvønn týdning Atli hevur havt fyri okkara felag. Allar tær litríku viðmerkingar, tey nógvu kortini, steypini hann hevur lyft uppum høvd, steypini hann hevur latið aðrar lygt uppum høvd, tær góðu løturnar og tær minni góðu løturnar, skrivar Víkingur á heimasíðuni.

[object Object]Atli Gregersen gavst á landsliðnum í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

400 dystir í bestu deildini, 17 mál, 92 gul kort, 15 reyð kort, 61 steypadystir, 27 Europa dystir, 59 A-landsdystir, 12 U-landsdystir, fimm Løgmanssteyp og tvey FM heiti.

- Ein kann bara ímynda sær hvussu nógvir tímar eru blivnir brúktir í Sarpugerði, og ikki minst við landsliðnum, sum eisini hevur nýtt ágóðarnir av Atla sum liðskipara.

Í august mánað leikti 40 ára gamli Atli Gregersen á besta liðnum saman við 16 ára gamla soninum, Árna Nóa Atlason.

- Takk fyri títt kempistóra íkast og ídni, Captain fantastic og til lukku við landskappingardysti nummar 400, sigur Víkingur.

Sí longri samrøðu, sum Agnar Prestá gjørdi við Atla Gregersen, tá hann gavst á landsliðnum í 2019:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder