B68 hevur gjørt sáttmála við Jákup á Borg fyri næstu trý árini sum høvuðsvenjari av besta mansliðnum. Hesum boðar felagið frá í kvøld.
Tað var eftir, at Øssur Hansen í mai mánað segði seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B68, at Jákup á Borg tók yvir. Tá høvdu toftamenn bara fimm stig og lógu aftast í deildini.
Greiða uppgávan hjá B36-legenduni var, at B68 skuldi yvirliva.
Og Jákup á Borg hevur greitt setningin, tí B68 megnaði at yvirliva við 30 stigum, og endaði enntá a sætta plássið í deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald