Fótbóltur

Wales vil luttaka í altjóða fótbóltskappingum undir øðrum navni

Á walisiskum eitur Wales Cymru, og tað er tað navnið, walisiska fótbóltssambandið vil sleppa at brúka í altjóða kappingum eftir HM í Katar.

Noel Mooney (Mynd: FAW)

Noel Mooney (Mynd: FAW)

2022-11-01 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Walisiska fótbóltssambandið, FAW vil hava altjóða navnið á walisiska landsliðnum broytt.

Á walisiskum er Wales nevnt Cymru, og soleiðis vilja tey í Wales eisini verða nevnd í altjóða fótbóltskappingum.

– Liðið eigur altíð at verða umrøtt sum Cymru. Tað er tað, vit rópa tað her, sigur Noel Mooney, stjóri í FAW.

Walisiska fótbóltssambandið brúkar longu nú navnið Cymru um landsliðið á sosialu miðlunum og á heimasíðu teirra, og FAW hevur eisini samskift við evropeisku fótbóltssamgonguna, UEFA um málið.

Tá Wales luttekur í HM í Katar í vetur, verður tað undir altjóða navninum 'Wales', men síðani verður møguleikin um at broyta navnið umrøddur.

Wales hevði ikki verið fyrsta landið at broyta navnið í altjóða kappingum til heitið, sum verður brúkt á móðurmálinum í landinum. Undir lutakastinum til EM í 2024 varð Turkaland umrøtt sum ”Türkiye” og ikki sum "Turkey", sum annars hevur verið brúkt á enskum.

Noel Mooney sigur, at FAW hevur tosað við Turkaland og UEFA um, hvussu Turkaland og onnur lond hava borið seg at við at fáa navnið broytt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder