Tað var ein stór útskifting í hópinum hjá AB undan kappingarbyrjan 2022 og eisini mitt í kappingarárinum.
Serliga merkisvert hevur verið, at nógvir útlendskir leikarar eru komnir og farnir. Óskrivað bløð, men nakrir hava í ávísan mun sett sín dám á føroyskan fótbólt.
Ein av teimum sum hevur verið alt árið er amerikanski Erik McCue. 21-ára gamli verjuleikarin, ið hevur svenskar røtur, kom til Argir úr Texas. Hann spældi 25 dystir samanlagt í júst farna kappingarár og røkti bæði plássið sum miðverji og høgri bakkur. Serliga eydnaðist hansara tíð saman við Ramzi Idrissou væl, og var hetta ein av orsøkunum til, at AB helt seg uppi í Betrideildini.
Tað verður uttan McCue, at AB skal standa seg næsta ár. Argja Bóltfelag boðar á Facebook síðu sínari í dag frá, at hann er ein av teimum trimum, ið ikki fer at spæla við felagnum næsta ár
- Sáttmálin hjá Erik McCue gekk út við kappingarársenda. Erik hevði sjálvur eitt ynski um at sleppa aftur til USA, og tí verður sáttmálin ikki longdur.
Hinir báðir talan er um, eru finski verjuleikarin Jonas Sapienza og ukrainski vongurin Yevhenii Kholmetskyi. Teir komu til felagið í summar og spældu ávikavist níggju og fýra dystir á besta mansliðnum.
Í gjár varð kunngjørt, at ein danin Mathias Præst Nielsen, ið stóð sterkur í myndini, eftir at hann kom til felagið í summar, er seldur til HB.
Les eisini: Matthias Præst Nielsen yvir um brúnna at spæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald