Fótbóltur

Video: - Spæli á landsliðnum so leingi eg gevi nakað og eri nóg góður

Ein profilur av ársins leikara: Sølva Vatnhamar. 36-ára gamli leirvíkingurin setur í fyrru hálvu av samrøðuni orð á gongdina í Víkingi og í seinnu hálvu á støðuna viðvíkjandi landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-14 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brno, Kekkia (Portalurin) - 22. oktober staðfesti hann sítt heiti sum toppskjútti í Betrideildini. Eina viku seinni skoraði hann einsamalla málið í steypafinaluni, og í síðstu viku fekk hann heiðurin sum ársins miðvallari og ársins leikari hjá monnum á stóra tiltakinum hjá FM 1 og FSF.

Sølvi Vatnhamar vann FM við Víkingi í 2016 og 2017, og hesi árini gjørdist hann eisini ársins leikari. Steypið í ár var tað fyrsta hjá Víkingi síðani júst FM fyri fimm árum síðani, og Sølvi setur í samrøðuni orð á, hvussu tað kendist at vinna gull aftur.

Víkingur hevur í sínari 15-ára langu søgu vunnið Løgmanssteypið seks ferðir. Á vetri 2019 var tó eitt ættarliðsskifti burtur, og hóast steypasilvur nakrar mánaðir frammanundan, tyktist gullstríð nakað burtur. Álopskendi miðvallarin hevði møguleikan at skifta og var eisini nær við at gera tað, men valdi kortini at halda fram í Víkingi. Stutt eftir tók Jóhan Petur Poulsen við, ungir leikarar byrjaðu at koma ígjøgnum, teir eldru meira enn hingu við, og úrslitið sæst nú.

Á landsliðnum hevur Sølvi verið lyklaleikari síðani gjøgnumbrotið í 2014. 60 dystir seinni og nú 36-ára gamli miðvallarin sigur, at tað framvegis er tað størsta at umboða Føroyar, og at hetta er nakað, ið hann fer at gera, so leingi hann følir at hann ger mun.

Hoyr samrøðuna ovast

Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder