Fótbóltur

Video: - Vit skulu vísa okkum nú

- Kiksaðu í summum støðum, har vit ikki skuldu, men tá man verður sligin niður, skal man reisa seg uppaftur. Landsliðsmiðverjin Gunnar Vatnhamar hevur bæði góð og minni góð minnir frá Kosovo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-18 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Hann spældi í landinum í 2017, tá Víkingur vann heili 4-1 og kom víðari í Champions League.

Hann spældi sum høgri bakkur í sínum A-landsdysti nummar tvey, tá Kosovo var greitt omaná og vann 2-0 á Føroyum í Nations League-dysti árið eftir.

Nú 27-ára gamli leirvíkingurin hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum, og hevur verið týðandi brikkur undir Håkani Ericson - um tað so hevur verið sum sentralur miðvallari ella miðverji.

Les eisini: Myndir: Vandu á regntunga grasinum í Pristina

Hann hevði ikki ein góðan dag í føroysku miðverjuni í Kekkia mikudagin, men Gunnar kveistrar tað nú burtur: Í morgin skal føroyska liðið vísa nakað annað, og víkingurin er motiveraður og til reiðar til at standa ímóti trýstinum frá Kosovo.

Gunnar Vatnhamar nevndi millum annað tað, at tað higartil hevur verið stuttligt at spæla í Kosovo, tí áskoðarnir hava verið garrvillir í báðum førum.

Hoyr alla samrøðuna ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder