placeholder
Fótbóltur

Video: - Føldi beinanvegin at bólturin fór í málið

- Tann kenslan kann ikki lýsast, sigur 22-ára gamli Stefan Radosavljevic, sum í kvøld skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál. Hann sigur eisini, at tað hevur verið stórt at verið við hesa vikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-19 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvørmaðurin, sum hevur røtur í Serbia, skuldi bert brúka sjey minuttir á vøllinum í kvøld, so hevði hann skorað.

Talan er um fyrsta landsliðsmálið í A-landsdysti nummar tvey hjá 22-ára gamla miðvallaranum. 

Stefan er metmálskjútti á  U21-landsliðnum við fimm málum, og tað var í Kosovo í kvøld, at hann fekk sítt fyrsta - og vónandi ikki tað síðsta - á A-landsliðnum.

Hann sigur eisini við Portalin, at tað hevur verið stórt at verið við hesa vikuna

Hoyr samrøðuna omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder