Fótbóltur

KÍ hevur funnið nýggjan venjara

Kunngerð avloysaran hjá Mikkjali Thomassen á tíðindafundi í kvøld.

Mikkjal Thomasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-21 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyameistararnir í fótbólti fyri menn, fáa helst ein útlendskan venjara til komandi kappingarár.

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur boðið til tíðindafundar klokkan 17.30 í dag, har felagið fer at kunngera hvør er settur at standa fyri besta liðnum hjá felagnum.

Portalurin skilir, at nýggi venjarin er ein skandinavi. Tað verður ein venjari, sum hevur roynt seg á lutfalsliga høgum støði í heimlandinum, skilst.

Tað kom óvæntað fyri mong, tá venjarin hjá KÍ gjøgnum fleiri ár, Mikkjal Thomassen, herfyri boðaði frá, at hann nú gevst í felagnum. Hann hevði fingið eitt gott tilboð frá norska felagnum Frederiksstad FK, sum hann hevði tikið av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder