Hondbóltur

Sjóvar kommuna játtað tíggju milliónir krónur til ítróttarhøll á Strondum

Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum, og felagið sigur seg hava veruligan tørv á einari høll aftrat høllini á Skála.

Nýggja høllin verður eftir ætlan staðsett sunnan fyri bygdahúsið. - StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 mió. kr. (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri.

Nýggja høllin verður eftir ætlan staðsett sunnan fyri bygdahúsið. - StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 mió. kr. (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri.

2022-11-22 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur einmælt samtykt at játta 10 milliónir krónur í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum.

Hetta er greitt, eftir bygdaráðsfund á Strondum mánakvøldið 21. november, tá ið fíggjarætlanin fyri 2023 endaliga varð samtykt.

- StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna nú fer at gera dreymin um ítróttahøll til veruleika. StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 mió. kr. (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri.

Soleiðis skrivar StÍF á heimasíðu sínari í dag. Felagið hevur í langa tíð hildið til í høllini á Skála.

Sjóvar kommuna hevur í ár arbeitt við hallarætlanini, og við tíggju milliónum krónum í 2023 fer arbeiðið av álvara í gongd at fyrireika og byggja høllina. Sambært StÍF verður høllin eftir ætlan staðsett sunnan fyri bygdahúsið.

- Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum. StÍF hevur veruligan tørv á einari høll aftrat høllini á Skála. At byggja ítróttarhøll er ein søguliga stór og neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur. Høllin verður til stórt gagn fyri borgarar, ítrótt, vinnulív og mentan, slær hondbóltsfelagið fast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder