Fótbóltur

Vónbrot hjá dønum í fyrsta dystinum

Danmark var greiður favorittur undan uppgerðini móti Tunesia, men liðið hjá Kasper Hjulmand spældi ikki væl, og tað endaði við málleysum javnleiki.

Christian Eriksen fekk ikki danska spælið at flóta heilt í dag, hóast glottar vóru eftir steðgin (Mynd: EPA)

Christian Eriksen fekk ikki danska spælið at flóta heilt í dag, hóast glottar vóru eftir steðgin (Mynd: EPA)

2022-11-22 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti 0-0 dystur í HM-endaspælinum er veruleiki. Hann kom á degi trý - í dysti nummar seks samanlagt. Tað var lítið undirhald, tá Danmark og Tuneisa hittust á Education City leikvøllinum stutt uttanfyri Doha, og donsku favorittarnir skaptu lítið og spældu ov seint við ov høgum feilprosenti í alveringsspælinum.

Størsti møguleikin hjá Danmark kom miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir eitt av mongu hornaspørkunum, men tað eydnaðist ikki Andreas Cornelius at fáa bóltin yvir linjuna við høvdinum. Ístaðin rakti innskifti áleyparin stongina.

Tunesia stríddist væl og hevði í høvuðsheitinum gott tamarhald á dønum, men hótti rímiliga sjálvdan. Stutt fyri hálvleik gjørdist Issam Jebali tó púra fríur. Áleyparin, ið til dagliga spældi fyri OB í Odense, royndi at lyfta bóltin uppum Kasper Schmeichel, ið tó kom væl út og fekk hondina upp.

Málið hevði helst verið kolldømt fyri rangstøðu - í yvirtíðini av seinna hálvleiki fór meksikanki dómarin at hyggja eftir VAR, tí bólturin var komin í armin á tunesiskum verjuleikara, men mett varð ikki at tað var nóg mikið til brotsspark.

Harvið endaði tað málleyst. Danir høvdu nakrar góðar støður í seinna hálvleiki - millum annað hevði ein heldur tannleysur Eriksen eina skotroynd av brotsteigarmarkinum - men tað skal meira til, um danir skulu bjóða av um heimsmeistaraheitið, ið teir hava sett nøsina upp eftir. Fransku heimsmeistararnir eru á skránni leygardagin, og trýst er longu á liðnum hjá Hjulmand í bólkinum.

Bólkur D: 

Danmark - Tunesia 0-0

Í kvøld, 19.00: Frakland - Avstralia

Les eisini: 
Skelkur: Saudiarabia sigraði móti Argentina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder