Fótbóltur

Ronaldo er liðugur í United

Manchester United hevur fyri løtu síðani boðað frá, at partarnir eru samdir um at skiljast. Hetta kemur í kjalarvørinum av ónøgd frá Ronaldo og nógv umrøddu samrøðu hansara, ið kom út í síðstu viku.

Cristiano Ronaldo hevur nú fingið hansara vilji. Hann og felagið, ið hann hevur umboðað í samanlagt yvir sjey ár, skiljast ikki á penan hátt (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo hevur nú fingið hansara vilji. Hann og felagið, ið hann hevur umboðað í samanlagt yvir sjey ár, skiljast ikki á penan hátt (Mynd: EPA)

2022-11-22 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kemur ikki sum ein skelkur fyri tey, ið hava fylgt gongdini seinastu tíðina, men tað er tó talan um eitt slag av stórtíðindunum, ið Manchester United er komið við tíðliga í kvøld.

Hetta er fyrstu ferð á longu yrkisleið síni, at Cristiano Ronaldo er loystur úr einum sáttmála. 37-ára gamli áleyparin hevur tó biðið um tað sjálvur: Hann ynskti at sleppa úr United í summar, hann hevur havt nøkur "útføll" í sinum atburði síðstu mánaðirnar, og í samrøðu við Piers Morgan var hann ógvuliga beinleiðis mótvegissínum nú gamla felagi, og Ronaldo hevur eisini verið niðrandi mótvegis United, nøkrum persónum har og eisini fyrrverandi liðfeløgunum.

Hendan samrøðan kom út í síðstu viku, og síðani hevur hon verið nógv umrødd, og gitingar hava verið um framtíðina hjá manninum, ið hevur skorað yvir 800 mál á sínari yrkisleið. Ein skilnaður hevur ligið í luftini, og nú er tað staðfest.

- Cristiano Ronaldo fer úr Manchester United alt fyri eitt eftir felags avgerð og . Felagið ynskir at takka honum fyri hansara ómetaliga stóra íkast yvir tvey tíðarskeið á Old Trafford, har hann hevur skorað 145 mál í 245 dystum, og vit ynskja honum og familju hansara alt tað besta í framtíðini.

Ronaldo kom til United sum 18-ára gamal í 2003, breyt ígjøgnum har, og staðfesti seg sum ein av heimsins besti móti endanum av tíðini har. Í 2009 skifti Ronaldo til Real Madrid fyri tað, sum tað var heimsmet (beint undir 100 milliónir pund) og kom aftur tólv ár seinni. Í fjør skoraði hann 18 ár í Premier League, men sambandið við nýggja venjaran og felagið hevur ikki verið gott í ár.

Spurningurin er so, hvar ein av heimsins bestu leikarum nakrantíð endar. Í løtuni er hann til HM í Katar - hann skal hósdagin í eldin fyri Portugal móti Ghana


----------------------------------

Club Statement  - Manchester United

Cristiano Ronaldo is to leave Manchester United by mutual agreement, with immediate effect.

The club thanks him for his immense contribution across two spells at Old Trafford, scoring 145 goals in 346 appearances, and wishes him and his family well for the future.

Everyone at Manchester United remains focused on continuing the team’s progress under Erik ten Hag and working together to deliver success on the pitch.

Kelda: manutd.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder