Fótbóltur

Heimsmeistararnir komu væl frá byrjan

Frakland kom annars afturum móti Avstralia, men reisti seg væl. Tveir málleysir javnleikir og ein stórur skelkur vóru eisini í gjár.

Oliver Giroud fagnaður av landsliðsvenjaranum, Didier Deschamps. Royndi áleyparin varð tvífaldur málskjútti í gjárkvøldið og er nú javnur við Thierry henry samanlagt (Mynd: EPA)

Oliver Giroud fagnaður av landsliðsvenjaranum, Didier Deschamps. Royndi áleyparin varð tvífaldur málskjútti í gjárkvøldið og er nú javnur við Thierry henry samanlagt (Mynd: EPA)

2022-11-23 07:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var fyrsti dagur við fýra HM-dystum. Tað var 1. umfar í bólki C og bólki D, ið var á skránni.

Tað vóru helst heilt fá, ið høvdu væntað, at Argentina fekk trupulleikar móti Saudiarabia, men hóast Lionel Messi legði stórfavorittarnar á odda við brotssparki tíðliga í dystinum, vann Saudiarabia. Hetta hevur millum elvt til, at tað í dag er almennur frídagur í Saudiarabia.

[object Object]
Eyðsýndi liðformaðurin Al Dawsari skoraði eitt frálíkt mál til 2-1, og teir í grønum hildu síðani fast næstan 50 minuttir - við yvirtíð (Mynd: EPA)

Einki mál kom í dystinum millum Danmark og Tunesia, og hetta hóvaði ikki dønum, ið nú eru undir trýsti í bólkinum - næsti dysturin er móti Fraklandi leygardagin. 

Les meira:
Skelkur: Saudiarabia sigraði móti Argentina
Vónbrot hjá dønum í fyrsta dystinum

Tað endaði eisini við málleysum javnleiki hjá Meksiko og Póllandi í bólki C. Í fyrra hálvleiki hendi lítið og einki, men meira lív kom í, í seinna hálvleiki. Meksiko var omaná í opnum spæli, men tað var Pólland, ið hevði størsta møguleikan í dystinum. Hetta var tá liðformaðurin og stóra stjørnan Robert Lewandowski varð hálaður niður í meksikanska brotsteognum. Lewandowski megnaði tó ikki at fáa bóltin framvið roynda Guillermo Ochoa, ið eftir nógv stór avrik seinastu endaspølini, er vorin eitt slag av HM-legendu.

[object Object]
Lewandowski kundi tryggjað Pólland trý ógvuliga týdningarmikil stig, men Ochoa vildi tað øðrvísi og bjargaði royndini úr ellivu metrum (Mynd: EPA)

N'Golo Kanté, Paul Pogba og eftir óhapp venjing í síðsu viku, heimsins besti fótbóltsleikari 2022, Karim Benzema. Hesir eru allir skaddir og harvið ikki tøkir hjá Fraklandi, ið tó framvegis nóg mikið av góðsku á liðnum - í øllum førum nóg mikið til at vinna á Avstralia.

Avstalia legði seg annars á odda, men Frakland skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og tvey mál í seinna hálvleiki og endaði við einum tryggum sigri. Rabiot, ein av avloysarunum á sentrala miðvøllinum, skoraði og legði upp í fyrra hálvleiki og "avloysarin" hjá Benzema - Oliver Giroud skoraði tvær ferðir. Hann er nú undir liðuni á Thierry Henry sum mest skorandi franski leikarin nakrantíð (51 mál). 

Úrslitini í gjár:

Bólkur C: 
Í gjár, týsdagin 22. november

Argentina - Saudiarabia 1-2 (0-1)
10' Lionel Messi (br.) 1-0
48' Saleh Al Shehri 1-1
53' Salem Al Dawsari 1-2

Meksiko - Pólland 0-0


Bólkur D: 
Í gjár, týsdagin 22. november

Danmark - Tunesia 0-0

Frakland - Avstralia 4-1 (2-1)
9' Craig Goodwin 0-1
27' Adrien Rabiot 1-1
32' Oliver Giroud 2-1
68' Kylian Mbappe 3-1
71' Oliver Giroud 4-1


Hesir dystirnir eru á skránni í dag, mikudagin 23. november

10.00: Marokko - Kroatia (Bólkur F)

13.00: Týskland - Japan 
(Bólkur E)

16.00: Spania - Kosta Rika (Bólkur E)

19.00: Belgia - Kanada (Bólkur F)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder