Fótbóltur

Hjalti og Djóni halda fram sum landsliðsvenjarar

Sáttmálarnir við venjararnar hjá 04-árganginum, og 05-árganginum, er longdir, so at teir eru galdandi til og við juli 2024. Harvið skulu teir standa á odda fyri U19-landsliðnum til HM í Kroatia næsta ár.

2022-11-23 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir høvdu ábyrgdina av ungu monnunum, føddir í 2004 og 2005, sum í summar tóku øll á bóli og endaðu í topp-tíggju í EM-endaspælinum í Montenegro.

Saman við Ára Dam, málverjavenjara, Rana Ellingsgaard liðleiðara og Duritu Rouch, fysioterapeut, leiddu Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen føroyska U-18 landsliðið til sigurs móti millum annað Fraklandi. Við góða úrslitinum í Montenegro er greitt, at liðið skal til U19 HM í Kroatia í summar.

Nú er eisini greitt, at sama venjaratoymið verður til kappingina og longri. Hondbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at sáttmálarnir við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen, eru longdir, so at teir eru galdandi til 31. juli 2024.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder