Guardiola og City longt sáttmálan við tveimum árum

Nakað av ivamálið var um næstlongst sitandi venjarin í Premier League, og fjórfaldi Premier League-vinnarin fór at halda fram eftir hetta kappingarárið.

Pep Guardiola hevur vunnið níggju steyp seinastu fimm árini í City, men framvegis manglar Champions League-steypið (Mynd: EPA)

Pep Guardiola hevur vunnið níggju steyp seinastu fimm árini í City, men framvegis manglar Champions League-steypið (Mynd: EPA)

2022-11-23 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri HM-steðgin tapti Manchester City púra óvæntað 1-2 fyri Bournemouth á heimavølli og er harvið í løtuni fimm stig aftanfyri oddaliðið Arsenal í Premier League.

Tað hevur tó gingið frálíka væl hjá teimum í ljósabláum tað mesta av tíðini seinastu fimm árini. Manchester City hevur vunnið Premier League fýra út av teimum seinastu fimm árunum, umframt League Cup fýra ferðir og FA Cup einaferð.

Alt hetta hevur verið undir leiðslu av Pep Guardiola. Katalanin hevur staðið á odda fyri liðnum síðani 2016, og nú er greitt, at hann verður verandi íhvussu er tvey heil kappingarár afturat.

Manchester City kunnger í dag, at sáttmálin við Guardiola er longdur fram til summarið 2025. Gamli sáttmálin stóð til at ganga út við kappingarenda, og nakað av óvissa var um, hvørt 51-ára gamli katalanin fór at royna nakað nýtt. Hann sigur nú, at talan var um eina lætta avgerð, um hugt verður eftir tí ítróttarliga, og hann fegnast um, at felagið aftur hevur víst honum álit.

Heilt stóra málið hjá felagnum, ið Abu Dhabi United Group úr Sameindu Emiratunum, eigur, er at vinna Champions League. Hetta er nakað, ið ikki hevur eydnast í tíðini hjá Guardiola - ella nakrantíð. Í 2021 var City í finaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder