Fótbóltur

Danmark verður møguliga sent heim í dag

Liðið hjá Kasper Hjulmand skal vinna á Avstralia, samstundis sum Tunesia ikki vinnur ein størri sigur á Fraklandi. Avgerandi dystirnir í bólki D byrja klokkan 15.

Eriksen og hinir vóru vónbrotnir eftir tapi fyri Fraklandi leygargkvøldið - stórt trýst er á í dag (Mynd: EPA)

Eriksen og hinir vóru vónbrotnir eftir tapi fyri Fraklandi leygargkvøldið - stórt trýst er á í dag (Mynd: EPA)

2022-11-30 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hvílir eitt stórt trýst á danska liðnum, sum so stórar vónir vóru til í Danmark og nógva aðrastaðni undan HM-endaspælinum. Liðið, sum í fjør var í EM-hálvfinaluni, varð nevnt sum ein av avbjóðarunum til tey finu plássini í HM, men eftir tveir dystir hava danir bert eitt stig.

Setningurin hjá Kasper Hjulmand og hansara monnum er greiður seinnapartin: Teir skulu vinna á Avstralia fyri at hava møguleikan at koma í áttandapartsfinalurnar. Samstundis skulu danir vóna, at Tuneisa ikki vinnur á Fraklandi, ið longu er víðari sum eitt'ari - um tað eydnast, so skal Tunesia ikki fáa ein størri sigur, enn Danmark fær móti Avstralia.

Danir eru á pappírinum greiðir favorittar til dystin, ið byrjar klokkan 15, men spælið higartil hevur verið stirivið, og flestu spælararnir ið veruliga hava víst seg fram undir Hjulmand tykjast nakað frá tí støðinum - kansak fyriuttan stinnu Andreas Christensen og Pierre-Emilie Højbjerg. Avstralia hevur ein góðan stríðsanda á liðnum og vann leygardagin á Tunesia. Eitt stig er nóg mikið hjá "Socceroos" í dag.

Í donsku miðlunum og í donsku leguni er heilt greitt, at nógv stendur á, og tað tykjast at vera nógv ivamál um, hvussu Hjulmand fer at seta liðið saman í dag: Til dømks um tað vera við trimum ella tveimum miðverjum.

Í øllum førum er spenningur í luftuni í bólki D í dag.

Bólkur D
1. Frakland 6 stig **
2. Avstralia 3 stig
3. Danmark 1 stig
4. Tunesia 1 stig

** Víðari

Í dag, mikudagin 30.11, klokkan 15: 

Avstralia - Danmark
Tunesia - Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder