Fótbóltur

Týskland aftur sligið út longu í bólkaspælinum

Týskarar megnaðu at venda hóttandi tapi móti Kosta Rika, men Japan vendi 0-1 til 2-1 móti Spania. Harvið vann Japan púra óvæntað bólkin.

2022-12-01 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Drama og undirhald restaðu ikki í, tá bólkur E í kvøld varð avgjørdur. Øll liðini spældu fyri víðari luttøku, og øll royndu í løtum at standa til at koma víðari, og øll stóðu í tíðarbilum til at verða sligin út.

Heilt stóri vinnarin gjørdist Japan. Asiatiska liðið hevði annars tapt fyri Kosta Rika í 2. umfari og var eisini við undirlutan fyri steðgin í dag. Longu eftir tíggju minuttir legði Alvaro Morata Spania á odda, men snildar broytingar í steðginum vóru við at geva Japan nýtt lív og gjørdu mun beinanvegin.

Innskifti Ritsu Doan úr Freiburg javnaði við skoti av brotsteigarmarkinum - har Unai Simon ikki sá væl út í spanska málinum - og tríggjar minuttir seinni var bólturin aftur í spanska málinum. Ivasamt var, um bólturin var farin út av mállinjuni, tá lagt varð innfyri, men eftir langa VAR-kanning varð staðfest, at bólturin ikki hevði "slept" linjuni, hóast hann var uttarlaga. Ao Tanaka, ið eisini spælir í týskum fótbólti, prikaði bóltin í spanska málið, liðið hjá Enrique megnaði ikki at svara aftur, og so gjørdist Japan bólkavinnari. Japan vann á bæði Týsklandi og Spania og skal í áttandapartsfinaluni royna at knógva Kroatia.

[object Object]
Ritsu Doan javnaði til 1-1 og var við í 2-1 málinum hjá Japan 

[object Object][object Object]
Leingi varð hugt eftir, um bólturin var úti ella ikki í samband við 2-1 málið 

[object Object]
Myndir: EPA

Týskland hevði knívin á barkanum, men tá Serge Gnabry skoraði næstan beinanvegin, og týskarar framhaldandi hóttu, sá tað ikki út til at fara at gerast ein trupulleiki at basa Kosta Rika. So við og við javnaðist dysturin tó, og í 58 minutti javnaði Yeltsin Tejada, og tólv minuttir seinni kom veruligur røringur í, tá Kosta Rika kom á odda - aftur her sá Manuel Neuer ikki væl út.

Í hesi løtu lógu Japan og Kosta Rika til at koma víðari, og hetta hevði helst eingin væntað áðrenn kappingina. Kai Havertz og Niclas Fullkrüg komu tó inn og gjørdu stóran mun: Havertz skoraði tvær ferðir, og óroyndi Fullkrüg, ið eisini skoraði og tryggjaði stig móti Spania, skoraði og legði upp. Hetta var tó ikki nóg mikið hjá týskarunum, tí at Japan vann á Spania. Harvið er Týskland úti av einum HM-endaspæli longu eftir bólkaspælið - eins og fyri fýra árum síðani. Hetta er ein vanlukka fyri týskan fótbólt, og Hansi Flick og hansara menn skulu finna aðrar taktir fram til EM á heimavølli næsta ár

[object Object]

[object Object]
(Myndir: EPA)


Bólkur E
3. og seinasta umfar - í kvøld, 01.12

Kosta Rika - Týskland 2-4 (0-1)
Japan - Spania 2-1 (0-1)

Endalig støðan:
1. Japan 6 stig
2. Spania 4 stig
3. Týskland 4 stig
4. Kosta Rika 3 stig


Greitt er nú, at Japan skal spæla áttandapartsfinalu móti Kroatia mánadagin, og at Spania skal dystast við Marokko týsdagin.


Fyrr í kvøld

Bólkur F:

Kroatia - Belgia 0-0

Kanada - Marokko 1-2 
4' Hakim Ziyech 0-1
23' Youssef En-Neysri 0-2
40' Sjálvmál 1-2

Endaliga støðan:
1. Marokko 7 stig
2. Kroatia 5 stig
3. Belgia 4 stig
4. Kanada 0 stig 

Les eisini: Belgia er úti

Í morgin eru síðstu dystirnir í bólkaspælinum á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder