Fótbóltur

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum verða spældir í dag

Brasil er víðari úr bólki G við fullum stigatali, og tað sama er galdandi fyri Portugal í bólki H. Hini liðini jagstra seinastu plássini í áttandapartsfinalunum.

Pepe og Portugal eru víðari - Cavani og Uruguay skulu vinna á Ghana fyri at hava møguleika at koma víðari. Ghana og Uruguay hava áhugaverda HM-søgu saman (Mynd: EPA)

Pepe og Portugal eru víðari - Cavani og Uruguay skulu vinna á Ghana fyri at hava møguleika at koma víðari. Ghana og Uruguay hava áhugaverda HM-søgu saman (Mynd: EPA)

2022-12-02 06:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM-endaspælið hevur nú verið í gongd í tólv dagar, og í kvøld fer tað endaliga at bera til at seta nøvn á øll 16 londini í áttandapartsfinalunum. 

Higartil er greitt, at hesir dystirnir verða á skránni í næstum: 

Leygardagin 03.12:
15.00: Niðurlond - USA
20.00: Argentina - Avstralia

Sunnudagin 04.12:
15.00: Frakland - Pólland
19.00: Ongland - Senegal

Mánadagin 05.12: 
15.00: Japan - Kroatia 

(19.00: Vinnari bólki G - nummar tvey í bólki H)


Týsdagin 06.12:
15.00: Marokko - Spania

(19.00: Vinnari bólki H - nummar tvey í bólki G)
 

At Danmark varð sligið út longu mikudagin var eitt slag av skelki, og ikki minni at Belgia og serliga Týskland heldur ikki verða at síggja í áttandapartsfinalunum.

Les eisini: 
Belgia er úti
Týskland aftur sligið út longu í bólkaspælinum



Í teimum báðum seinastu bólkunum hava stóru favorittarnir longu spælt seg víðari, og í dag snýr tað seg um hjá Portugal og Brasil at gera arbeiði liðugt og tryggja sær 1. plássið og harvið sleppa undan at møta hvørjum øðrum í áttandapartsfinaluni. 

Stóri spenningurin er um annað plássið í bólkunum. Ghana og Sveis liggja best fyri, og dystur teirra móti ávíkavist Uruguay og Serbia gerast helst teir heilt avgerandi.

Sveis var í endaspælinum 2018, tá evropeisku londini eisini vóru í bólki saman, við at senda Serbia út við 2-1 sigri.

Uruguay og Ghana spældu eina minnisverda fjórðingsfinalu í Suðurafrika í 2010, tá Ghana kundi gerast fyrsta afrikanska landið nakrantíð, sum spældi seg í eina HM-hálvfinalu. Luis Suarez tók bóltin við hondini á egnari mállinju í longdu leiktíðini, Asamoah Gyan rakti síðani yvirleggjaran úr ellivu metrum, og Uruguay vann brotssparkskappingina. Spurdur um hendingina á tíðindafundi í gjár segði royndi áleyparin at hann angraði einki - hann royndi at hjálpa liði sínum, og gjørdi ikki skaða á nakran leikara, og tað var ikki hann, ið misnýtti brotssparki.


Í dag, fríggjadagin, 02.12: 

Bólkur H: 
1. Portugal 6 stig **  
2. Ghana 3 stig
3. Suðurkorea 1 stig
4. Uruguay 1 stig

*Víðari

Klokkan 15.00:

Ghana - Uruguay

Suðurkorea - Portugal

Bólkur G: 
1. Brasil 6 stig **
2. Sveis 3 stig
3. Kamerun 1 stig
4. Serbia 1 stig

** Víðari

Klokkan 19:

Serbia - Sveis
Kamerun - Brasil





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder