Fótbóltur

ÍF hevur sett Gudmund Danielsen sum fysiskan venjara

39-ára gamli glyvramaðurin hevur útbúgving innan ítróttarvísindi og hevur royndir frá KÍ og NSÍ seinastu seks árini.

Gudmundur Danielsen saman við formanni felagsins, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

Gudmundur Danielsen saman við formanni felagsins, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

2022-12-02 11:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki vanligt, at ÍF hevur fysiskan venjara fast tilknýttan, men í dag hevur felagið kunngjørt, at Gudmundur Danielsen er settur sum fysiskur venjari hjá ÍF fyri 2023.

39-ára gamli glyvramaðurin hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen
Hann var frá 2017 til 2020 fysiskur venjari hjá KÍ, og seinastu tvey árini hevur Gudmundur verið  fysiskur venjari í NSÍ.

Í nýggja ÍF-húsinum er eitt stórt styrkirúm, sum helst verður endaliga klárt at taka í nýtslu í vetur. 

Besta manslið felagsins tryggjaði sær í ár uppflyting til Betrideildina aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder