Fótbóltur

Mads Borchers skiftir til HB

- Eg eri komin fyri at vinna og skjóta mál, sigur 20-ára gamli danski áleyparin, sum í 2022 skoraði 15 mál fyri 07 Vestur. Hann og HB hava skrivað undir sáttmála til og við 2024.

Mads Borchers í dysti móti HB fyrr í ár. Næstu tvey árini hevur hannundi og evnaríki danin heimavøll í føroyska høvuðsstaðnum (Mynd: jn.fo)

Mads Borchers í dysti móti HB fyrr í ár. Næstu tvey árini hevur hannundi og evnaríki danin heimavøll í føroyska høvuðsstaðnum (Mynd: jn.fo)

2022-12-02 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgur og gitingar hava verið um tað í eina tíð, og nú er tað váttað: Mads Borchers skal næsta kappingarár spæla fyri HB.

Skjóti og sterki áleyparin var 19-ára gamal, tá Esbjerg síðsta vetur valdi at leiga hann út, so at hann kundi fáa spælitíð í vaksnamannafótbólti. Valið fall á 07 Vestur, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð hjá felagnum í Vágunum at fáa fatur á áleyparanum.

Mads Borchers treivst eisini væl hjá 07 Vestur og blómaði í føroyskum fótbólti.
Samanlagt skoraði hann 15 mál í 28 dystum og var ein stór orsøk til, at felagið helt sær uppi í Betrideildini og stóð seg so væl í steypakappingini. 

Avrikini hava havt áhuga við sær, og HB hevur nú tryggjað sær Borchers næstu  árini - Upplýst verður úr HB, at talan er um tvey-ára sáttmála. Tað verður ikki gjørt endaliga greitt, hvussu havnarfelagið hevur fingið Mads Borchers úr sáttmálanum við E

- Eg eri komin fyri at vinna og skjóta mál, sigur nýggi maðurin í stuttari viðmerking við Facebook-síðuna hjá HB.

HB endaði í fjør nummar trý í Betrideildini. Dalibor Savic heldur fram sum venjari, men óvissa er enn um fleiri spælarar, ið hava spælt stóran leiklut seinastu árini. Mads Borchers kann tó avgjørt gera góðan mun í álopsspartinum.

Fyri 07 Vestur er hetta ein stórur smeitur. Felagið hevur tó fingið fatur á Uros Stojanov, sum seinastu árini hevur skorað nógv mál í føroyskum fótbóli, og Jasper van der Heyden heldur fram í felagnum.

[object Object]
Nýggjasti HB-leikarin (Mynd: Havnar Bóltfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder