Fótbóltur

Niðurlond og Argentina í favorittleiklutinum í fyrstu áttandapartsfinalunum

Lagt er tó upp til ein meira spenanndi dyst millum liðið hjá Van Gaal og USA klokkan 15, enn millum Argentina og Avstralia í kvøld.

Lionel Messi spælir í kvøld sín dyst nummar 1.000 á yrkisleiðini. Hann roynir nú at vinna sítt fyrsta HM-gull (Mynd: EPA)

Lionel Messi spælir í kvøld sín dyst nummar 1.000 á yrkisleiðini. Hann roynir nú at vinna sítt fyrsta HM-gull (Mynd: EPA)

2022-12-03 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum 2022 verða spældir í dag - tann fyrra klokkan 15 og Argentina-Avstralia verður bríkslað í gongd klokkan 19.

Tað eru Niðurlond og USA, ið leggja út. Teir appelsinlittu vunnu bólk A uttan at bergtaka. Niðurlond vóru ikki við til HM-endaspælið í 2018 men rukku bronsuheiðursmerki í Brasil í 2014. Tá var Louis van Gaal eisini oddamaður, og nú skal royndi venjari liva upp til kravið og fáa liðið til í minsta lagið fjórðingsfinaluna.Nakað av krími hevur verið í hópinum hjá Niðurlondum í vikuni, og ivamál hevur verið um, hvussu væl fyri skaðaplágaða álopskenda vápnið Memphis Depay er.

USA skal bert eina ferð royna at spæla seg í eina fjórðingsfinalu í einum HM-endaspælinum (í 2002), meðan tað hevur verið í slíkum formi sum nú - í 1930 eydnaðist USA at koma í hálvfinaluna, men tá vóru bert 13 lið við, og man kom beinleiðis úr bólkaspælinum til hálvfinaluna.

[object Object]
Van Gaal og Depay

[object Object]
Christian Pulisic sendi USA víðari við máli móti Iran (Myndir: EPA)

Lionel Messi spælir í kvøld sín dyst nummar 1.000 sum yrkisleikari. Argentinski gandakallurin er nú 35-ára gamal og hevur gjørt greitt, at hetta er hansara seinasta endaspæl. Avstralia skal koppast á vegnum til nakað størri, men argentinski venjarin, Lionel Scaloni, hevur gjørt greitt, at hetta als ikki verður ein løtt uppgáva.

Avstralia spældi seg sera óvæntað víðari við sigrum á Tunesia og Danmark og helt eisini málið reint í hesum dystinum. Vælskipaða og hartarbeiðandi liðið hjá Graham Arnold skal nú halda skil á Messi og co.

Argentinski venjarin hevur áðrenn dystin ilskast á, at hvílitíðin til hendan dystin er lítil - Argentina spældi seint mikukvøldið móti Póllandi. Eins og tá skulu suðuramerikansku meistararnir í kvøld sigra; tað er eitt ófrávíkiligt krav í stóra fótbóltslandinum.

Leygardagin 03.12:
15.00: Niðurlond - USA
19.00: Argentina - Avstralia


Hinar áttandapartsfinalurnar: 

Sunnudagin 04.12:
15.00: Frakland - Pólland
19.00: Ongland - Senegal

Mánadagin 05.12: 
15.00: Japan - Kroatia 
19.00: Brasil - Suður Korea

Týsdagin 06.12:
15.00: Marokko - Spania
19.00: Portugal - Sveis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder