Fótbóltur

Liggur til Frakland og Ongland

Tað verða heimsmeistararnir, og teir sum vilja hava “fótbóltin heim”, ið hittast í fjórðingsfinalu, um favorittarnir í dag vinna.

Marcus Rashford og Phil Foden fingu møguleikan frá byrjan í síðsta dystinum í bólkaspælinum móti Wales-. Báðir skoraðu - spuringurin er so, um teir aftur byrja inni í kvøld (Mynd: EPA)

Marcus Rashford og Phil Foden fingu møguleikan frá byrjan í síðsta dystinum í bólkaspælinum móti Wales-. Báðir skoraðu - spuringurin er so, um teir aftur byrja inni í kvøld (Mynd: EPA)

2022-12-04 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Niðurlond og Argentina, ið sum væntað vunnu á ávikavist USA og Avstralia, skulu hittast í einari fjórðingsfinalu í Katar. 

Talan er um ein sera áhugaverdan dyst á pappírinum, men tað kann gerast ein uppaftur størri fjórðingsfinala, um dagsins favorittar vinna. 

Frakland skal halda serliga Lewandowski burtur. Pólland skal hinvegin royna at koma millum tey síðstu átta í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð í 40 ár. 

Ongland hevur eina á pappírinum meira lumpisliga uppgávu. Senegal er gamaní uttan skadda Sadio Mané, men hevur eitt væl samamsett lið, ið skal royna at koppa maskinuni hjá Southgate í kvøld. 

Frakland vann HM fyri fýra árum síðani. Ongland kom í hálvfinaluna. Nógv bendir á, at hesar stóru fótbóltstjóðirnar í næstu viku skulu stríðast um eitt pláss í hálvfinaluni í HM 2022. Men hetta endaspælið hevur júst víst, at nógv ikki gongur sum væntað, og at tað ikki bara gongur sum smurt hjá stórum evropeiskum fótbóltstjóðum.

HM-áttandapartsfinalur

Í dag, sunnudag 4. desember
15.00: Frakland - Pólland
19.00: Ongland - Senegal

Í gjár, leygardag 4. desember
Niðurlond - USA 3-1
Argentina - Avstralia 2-1

Les eisini: Dumfries og Niðurlond víðari til fjórðingsfinalurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder