Hondbóltur

H71 skal venda tí í kvøld

Ein sigur við trimum málum ella fleiri í høllini á Hálsi í kvøld sendir hoyvíkskvinnur víðari í European Cup.

Frá dystinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Frá dystinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-04 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 spældi í gjár fyrra dystin í 1/16 finalunum í European Cup. Kekkiska felagið Slavia Prag vitjar í Føroyum um viksuskiftið, og liðini spældu ein spennandi dyst, har serliga álopini koyrdu væl í fyrra hálvleiki. 

Tað steðgaði upp við málskjótingini hjá hoyvíkskvinnum, tá komið var inn í seinasta fjórðingin av dystinum. Nógv brend skot vóru, og fýra mál blivu á muni, men móti endanum minkaði H71 um munin aftur, so at veruliga stórur spenningur er undan seinna dystinum í kvøld. 

[object Object]

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Dysturin í gjár, sum endaði 29-27 til gestirnar, bendir á, at hoyvíkskvinnur hava ein góðan møguleika móti Slavia Prag, og heimavøllurin kann veruliga gera mun. Tað sum krevst fyri at koma víðari er ein sigur við trimum málum ella fleiri. Um H71 vinnur við tveimum málum og skorar meira enn 30 ferðir, er tað eisini nóg mikið. 

Í fjør var evropeiska ævintýrið hjá føroyameistarunum langt - málið nú er aftur at taka eitt fet víðari.

Fyrsta bríksl í høllini á Hálsi í kvøld verður klokkan 19. Portalurin verður til staðar, og hava vit myndir, dystarfrásøgn og samrøður av Hálsi.

Sí eisini: Myndir: H71 - Slavia Praha 27-29

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder