Fótbóltur

Everton keypir inn í Barcelona

Lucas Digne spælir í bláum komandi kappingarár.

2018-08-01 18:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Everton hevur styrkt seg við Lucas Digne úr Barcelona. Vinstribakkurin hevur skrivað undir fimm ára sáttmála við felagið úr Liverpool.

25 ára gamli Digne er úr Fraklandi og hevur spælt við Barcelona síðani summari 2016, tá hann skifti úr Roma til stórfelagið í Katalonia. Hann fekk lítið av spælitíð í Barcelona, og endaði tað við at hann ikki varð úttikin til franska landsliðið, tá hetta fór til HM í Russlandi og at enda gjørdust heimsmeistarar.

Everton rinda áleið 150 milliónir krónur fyri Digne, sum eisini hevur spælt við Paris Saint-Germain og Lille í Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder