Fótbóltur

Erik Hamren verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Íslandi

Felagið hjá Hamrén váttar, at hann nú verður íslendskur landsliðsvenjari.

2018-08-07 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Erik Hamrén verður nýggi landsliðsvenjarin hjá Íslandi. Tað skrivar felag hansara á Twitter.

Mamelodi Sundowns FC, har Erik Hamrén starvast í løtuni sum tekninskur stjóri, skrivar, at sáttmálin við Hamrén er slitin, tí at hann nú verður venjari hjá Íslandi, sum luttók í HM í Russlandi í summar.

Erik Hamrén er fyrrverandi svenskur fótbóltsleikari og hevur verið venjari hjá eitt nú AIK, Aab Aalborg, Rosenborg og venjari fyri svenska landsliðið.

Hamrén var venjari hjá Svøríki frá 2009-2016, og leiddi landsliðið til EM í 2012 og 2016.

Íslendska fótbóltssambandið hevur ikki váttað tíðindini enn, men sambært íslendska morgunblaðnum verður Hamrén avdúkaður sum nýggjur landsliðsvenjari á tíðindafundi hjá íslendska fótbóltssambandinum við Laugardalsvøllin í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder