placeholder
Fótbóltur

Stórur dagur í oddastríðnum

Manchester City kann minkað um munin við sigri á Wolves áðrenn brakið á Emirates millum oddaliðið Arsenal og Manchester United. Liðið hjá ten Hag skal vinna fyri at av álvara blanda seg uppí.

Rashford skoraði og United vann, tá liðini hittust í september. Hetta er einastu ferð í hesum kappingarárinum, at Arsenal hevur tapt (Mynd: EPA)

Rashford skoraði og United vann, tá liðini hittust í september. Hetta er einastu ferð í hesum kappingarárinum, at Arsenal hevur tapt (Mynd: EPA)

2023-01-22 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Premier League eru á skránni seinnapartin og út á kvøldið, og talan er um ein spennandi dag.

Tveir dystir byrja klokkan 14. Leeds og Bretford hittast í Leeds, og Manchester City tekur móti Wolves. City er í løtuni fimm stig aftanfyri Arsenal og hevur spælt ein dyst fleiri enn Arsenal. Harvið eru meistararnir kroystir at vinna, og teir kunnu eisini leggja eitt ávíst trýst á Arseneal, áðrenn liðið hjá Arteta fer á vøllin seinni í dag. Liðið hjá Pep Guardiola vendi 0-2 til 4-2 móti Tottenham hóskvøldið, men eftir dystin var City-venjarin alt annað enn nøgdur.

Les eisini: Guardiola: -Vit fara ikki at vinna nakað í ár

Tað er møguligt, at royndi katalanski venjarin spældi "Mind Games". Hann hevur í øllum førum rætt í, at tað liggur til Arsenal, ið higartil hevur havt eitt frálíkt kappingarár. Liðið hjá Mikel Arteta hevur fingið 47 av 54 møguligum stigum - einasta liðið Arsenal hevur tapt fyri er Manchester United.

[object Object]
Mikel Arteta var í trý og eitt hálvt ár hjálparvernjari hjá Pep Guardiola. Nú hevur katalinin lagt trýst á baskaran, ið eisini hevur eina fortíð í Katelonia (Mynd: EPA)

[object Object]
Casemiro í síðsta dystinum móti Arsenal. Tá varð hann skiftur inn - nú er hann ikki tøkur...

[object Object]
...og Erik ten Hag hevur fleiri stórar avgerðir at taka (Myndir: EPA)

Liðið hjá Erik ten Hag hevur á heimavølli koppað millum annað Arsenal, Manchester City, Tottenham og Liverpool, men nú bíðar risauppgáva á útivølli móti oddaliðnum, og hana skal United loysa uttan akkerið á miðvøllinum, brasiliumannin Casemiro, sum hevur leikbann eftir gula kortið hann fekk í 1-1 javnleikinum móti Crystal Palace mikukvøldið. Gamaní byrjaði Casemiro ikki inni í sigrinum á Arsenal á septemeber, men tá var hann fyri stuttum komin úr Madrid, og seinastu mánaðirnar hevur Casemiro verið ein av høvðusorsøkunum til góðu gongdina hjá United.

Skal liðið, sum í løtuni er á 4. plássið, av álvara blanda seg í oddastríðið er ein sigur í dag eitt krav. Tað verður tó ógvuliga trupult, og Ødegaard, Saka, Partey og hinir fara at gera alt fyri, at Arsenal tekur enn eitt stórt fet móti fyrsta meistaraheitinum hjá felagnum í 19 ár. Fyrsta bríksl á Emirates verður klokkan 16.30.

[object Object]
Dystirnir millum Arsenal og Manchester United hava mangan havt eina øðiliga tendring - tað eru nógv ár síðani, at ein dystur millum liðini hevur havt líka nógv at siga (Mynd: EPA)

Premier League 21. umfar
Í dag, sunnudagin 22.01

14.00: 
Leeds - Brentford
Manchester City - Wolves

16.30: Arsenal - Manchester United

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder