Fótbóltur

Tveir til royndarvenjing í Klaksvík

28-ára gamli miðvallarin Luc Kassi, við nógvum royndum úr bestu norsku deildini, venur í løtuni við KÍ, og ein annar spælari kemur í næstu viku, skrivar ki.fo.

28-ára gamli miðvallarin hevur spælt 200 dystir og skorað 43 mál fyri Stabæk. Skaðar hava lagt meinbogar í vegin seinastu tvey árini

28-ára gamli miðvallarin hevur spælt 200 dystir og skorað 43 mál fyri Stabæk. Skaðar hava lagt meinbogar í vegin seinastu tvey árini

2023-01-26 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ kunngjørdi fyrrapartin sín nýggja málverja, 23 ára gamla Markus Olsen Pettersen sum kemur úr Brann Bergen. Í tí sambandinum skrivaði felagið eisini, at tveir aðrir útlendskir spælarar eru uppá tal, og at talan er um royndarvenjingar.

- Tá ið Magne (nýggi høvuðsvenjarin, red) varð spurdur um vit kunnu vænta fleiri leikarar til hópin, svarar hann, at í løtuni er Luc Kassi til royndarvenjing, og ein annar leikari kemur eisini til royndarvenjing í komandi viku. 

Luc Kassi er 28-ára gamal og føddur á Fílabeinsstrondini, men hevur leingi verið í Noregi og hevur hann eisini norskan ríkisborgararætt. Miðvallaran er skrásettur fyri 200 dystir fyri Stabæk, ið er felag staðsett í Bærum, sum er forstaður til Oslo. 144 av hesum dystunum eru Eliteserien, og harvið er talan um spælara í góðum aldri við royndum á høgum stigi.

Kassi hevur tó spælt ógvuliga lítið seinastu tvey árini. Sambært Norðlýsinum hevur sentrali miðvallarin, ið eisini kann spæla í vinstru síðu, hava skaðar darva honum. Luc Kassi spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá Stabæk í fjør, sambært transfermarkt.com. Hann hevur skorað 43 ferðir fyri liðið, og nú roynir hann seg í Klaksvík.

Tað er ikki kunngjørt, hvør spælarin, sum kemur til royndarvenjing hjá føroyameistarunum í næstu viku, er. Tað er tó mest sannlíkt, at tað er ein spælari úr norskum fótbólti - ið Magne Hoseth kennir mest til - og at talan er um álopskendan spælara.

KÍ hevur higartil gjørt sáttmála við ein nýggjan útileikara: 34-ára gamla verjuspælaran Vegard Forren, ið verður eitt slag av avloysara hjá Jesper Brinck. Í mun til hópin sum endaði kappingarárið í fjør, hevur KÍ millum annað mist Valerijs Sabala, Anders Holvad og Jóannes Bjartalíð, har síðstnevndi letur størst tómrúm eftir sær í álopskenda spælinum.

- Hóast hópurin er breiður og góður, so hyggja teir allatíð eftir møguleikanum at styrkja um hópin, sigur Magne Hoseth við ki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder