Hondbóltur

Heimsmeistararnir settu heimsmet

Einki lið hevur áður spælt 26 HM-dystir á rað uttan at tapa. Nikolaj Jacobsen og lið hansara javnaðu eisini metið fyri størsta sigur í einari HM-fjórðingsfinalu nakrantíð í gjár.

2023-01-26 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danir vísti veruliga sína styrki, tá teir í gjárkvøldið bastu Ungarn í HM-fjórðingsfinalu í Stokkhólmi. Talan var um stórsigur: Danmark vann við 17 málum (40-23), og hetta er størsti danski sigur í einum knock-out dysti í einum endaspæli nakrantíð.

Samstundis javnar hetta metið fyri størsta sigur nakrantíð í einari HM-fjórðingsfinalu - Russland vann 32-15 á Suðurkorea í HM í 1997. Bert Svøríki hevur vunnið ein størri sigur í einum HM knock-out dysti, skrivar TV2. Tað var í áttandapartsfinalu móti Hvítarusslandi í 2017, tá sviar vunnu við 19 málum (41-22). 

Seinastu trý HM-endaspølini hava ikki verið skipað við áttandapartsfinalum, men heldur einum høvuðsumfarið eftir bólkaspælið, og Danmark hevur framvegis ikki tapt ein HM-dyst síðani 2017, tá Ungarn sendi danir út í júst áttandapartsfinaluni. Seinni sama ár tók Nikolaj Jacobsen yvir, og við honum á odda hevur Danmark vunnið tvey tey seinastu heimsmeistaraheitini.

Danir taptu ongan dyst á veg til gulli og hava heldur ikki tapt higartil í hesum HM-endaspælinum. Hetta merkir, at Mikkel Hansen, Niklas Landin og hinir nú hava spælt 26 HM-dystir á rað uttan at tapa.

[object Object]

[object Object]
Mikkel Hansen og Niklas Landin hava verið lyklaleikarar í søguligu gongdini. Báðir hava rokkið landsdysti nummar 250 undir hesum endaspælinum (Myndir: EPA)

Við úrslitinum í gjár eigur Danmark nú metið fyri longstu ósigraðu røðina nakrantíð í HM-endaspølum. Frakland gjørdist heimsmeistari í 2015 og 2017 uttan at tapa nakran dyst á vegnum. Í minniligari hálvfinalu í 2019 sendi Danmark Frakland út, og harvið steðgaði ósigraða røðin hjá "fronsku serfrøðingunum" á 25 dystum.

Spurningurin er so, um røðin hjá Nikolaj Jakobsen og dønum heldur fram í vikuskiftinum. Danmark spælir hálvfinalu móti Spania fríggjakvøldið. Tað var júst Spania, ið koppaði dønum í EM-hálvfinaluni í fjør; í HM-hálvfinaluni í 2021 og í OL-hálvfinaluni seinni sama ár var Danmark tó omaná.

Fyrr í hesum endaspælinum spældi Danmark 32-32 javnleik móti Kroatia. Hetta er einasti HM-dystur av teimum seinastu 26, ið danir ikki hava vunnið. Í Egyptalandi fyri tveimum árum síðani endaði fjórðingsfinalan móti vertunum við sigri í brotskastskapping.

Kelda: tv2.dk - "Danmark skriver VM-historie - på flere områder"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder