Hondbóltur

Danmark í sínari triðju HM-finalu á rað

Spania megnaði at gera tað spennandi seinasta korterið, men danir vóru omaná á máltalvuni - og sum heild - so at siga allan vegin.

Niklas Landin stóð aftur ein frálíkan dyst og kann sunndagin lyfta HM-steypið fyri triðju ferð á rað (Mynd: EPA)

Niklas Landin stóð aftur ein frálíkan dyst og kann sunndagin lyfta HM-steypið fyri triðju ferð á rað (Mynd: EPA)

2023-01-27 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark og Spania spældu í kvøld hálvfinalu móti hvørjum øðrum fjórða stóra endaspælið á rað. Sum vant varð talan um ein hondbóltsgysara, men fyri triðju ferð uppá tvey ár spældi Danmark seg í eina finalu eftir sigur á Spania - í 2021 var talan um sigur í HM-hálvfinalu og síðani HM-hálvfinalu.

Hesuferð spældi liðið hjá Nikolaj Jacobsen seg í sína triðju HM-finalu á rað. Eftir at tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, fóru danir frá: Álopsspælið fleyt væl, men tað vóru serliga ein ógvuliga stinnur Niklas Landin og ein krútsterk verja, ið gjørdu, at munurin í steðginum var fimm mál. 

Spanska álopið kom eitt sindur betur í gongd eftir steðgin, men munurin var eisini fimm mál, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir. So fekk Spania tamarhald á danska álopsspartinum við at vera ágangandi og meira álopskend, og tað gekk betur at koma framvið kompaktu verjuni og skora móti Landin. Spania vann næstu átta minuttirnar 5-1, áðrenn Danmark fór til 7 móti 6, aftur fór frá og kom uppá +5.

Spaniólar leggja seg tó ikki bara so. Liðið hjá Jordi Ribera skoraði trý tey næstu málini, danir tyktust at hava eitt sindur av nervum á í álopinum, Perez de Vargas tók aftur nøkur skot og millum annað brotskast, tá beint undir ein minuttir var eftir. Landin og danir áttu tó síðsta orðið: Danski málverjin bjargaði brotskasti, tá tvey mál vóru á muni, og 45 sekund vóru eftir. Síðani fór Danmark í álop, og Emil Jakobsen, ið annars hevði brent móti Perez de Vargas nakrar ferðir, var tryggur.

Nikolaj Jacobsen hevur í sínum 27 HM-dystum vunnið 26 og fingið ein javnleik. Sunnukvøldið skal hansara lið spæla finalu í Stokkhólmi móti Svøríki ella Fraklandi.

HM-hálvfinalur
Fríggjadagin 27. januar

Danmark - Spania 26-23 (15-10)

19.30: 
Svøríki - Frakland
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder