Hondbóltur

Fraklandi er í finaluni

Svensku vertirnir vóru bert frammanfyri einaferð í hálvfinaluni í Stokkhólmi. Frakland skal harvið royna at koppa Danmark av trónuni í somu høll sunnukvøldið.

Frakland vann HM fyri sættu ferð í 2017 - síðstu tvey HM-endaspølini hevur liðið tapt hálvfinaluna (Mynd: EPA)

Frakland vann HM fyri sættu ferð í 2017 - síðstu tvey HM-endaspølini hevur liðið tapt hálvfinaluna (Mynd: EPA)

2023-01-27 23:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM-finalan hesuferð verður ein endurtøka av finaluni, sum var, seinast HM var í Svøríki. Tað var í 2011, og tá spældu Danmark og Frakland dramatiska finalu, har fronsku serfrøðingarnir vunnu eftir longda leiktíð í Malmö.

Sunnudagin er staðsetingin Tele2 Arena í Stokkhólmi. Høllin verður vanliga nýtt sum millum annað heimavøllur hjá fótbóltsfeløgunum Djurgården og Hammarby men kann eisini nýtast til hondbólti, hóast huglagið ikki verður tað sama sum í "tættari halldum" sum í  Malmö ella Herning til dømis.

Tað verður helst ikki heilt nógvur larmur í Tele2 Arena, tí svensku vertirnir megnaðu ikki at spæla seg í finaluna. Svenska liðið varð nógv merkt av, at spælskiparin Jim Gottfridson var skaddur. Hann breyt hondina í fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi, og hóast avloysarin Felix Claar til tíðir spældi væl, høvdu evropameistararnir trupult við at skora mál í fleiri løtum.

[object Object]
Franski verjuparturin gjørdi tað trupult hjá Felix Claar og hinum teimum í gulum 

[object Object]
Liðformaðurin og málverjin Andreas Palicka royndi sítt í hinum endanum...

[object Object]
...men strikuspælarin Ludovic Fabregas var fleiri ferðir tryggur. Hann gjørdist toppskjútti í dystinum við seks málum (Myndir: EPA)

Í fjórðingsfinaluni var tað Remi Desbonnet, ið kom inn í málið fyri Vincent Gerard, og tók broddin av týskarunum - í kvøld hevði Gerard sjálvur fleiri góðar bjargingar. Tað var gott flog og fjølbroytni í franska álopsspælinum. Teir skoraðu yvir 30 mál, og beint undir ein triðingur kom gjøgnum effektiva strikuspælið.

Svøríki rann aftaná so at siga allan dystin. Munurin í steðginum var fýra mál - tað tættasta liðið hjá Glenn Solberg kom, var minus tvey. Síðani skoraði Frakland tó tríggjar ferðir á rað, og tað endaði við vónbroti hjá teimum flestu í Tele2 Arena. 

Líka løgdu fraklendingar í; teir skulu sunnudagin spæla fyri sínum sjeynda heimsmeistaraheitið. Danmark kemur at vera ein lítil favorittur, men tað er eingin ivi um, at Frakland - ið hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum - avgjørt kann taka gullið, um liðið spælir upp til sítt besta. Hetta verður eisini ein endurtøka av Ol-finaluni í 2021, tá Frakland koppaði tvífaldu heimsmeistarunum.

HM-hálvfinalur
Fríggjadagin 27. januar

Danmark - Spania 26-23 (15-10) (Gdansk)

Svøríki - Frakland 26-31(12-16) (Stokkhólmur)


HM-finala
Sunnudagin 29. januar

20.00: Danmark - Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder