Fótbóltur

City sendi Arsenal út

Nathan Aké skoraði einasta málið í FA Cup-dystinum, sum var ein upptakt til týðandi oddadystirnar millum liðini í Premier League.

Nathan Aké avgjørdi dystin

Nathan Aké avgjørdi dystin

2023-01-28 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sær meira og meira út sum, at gullstríðið í Premier League verður Arsenal og Manchester City, og at tað kann gerast sera hart. Arteta og Arsenal hava havt eitt frálíkt kappingarár, og hava í løtuni fimm stig niður til Pep Guardiola og Manchester City og hava spælt ein dyst færri.

Arsenal er tó bert komið í helvt við sínum dystum, og liðið - sum er heldur óroynt í meistaraheitssstríðið - manglar millum annað tveir dystir móti júst Manchester City. Tann fyrri verður á Emirates 15. februar.

Í gjárkvøldið var eitt slag av upptakt til hendan dystin, tá liðini hittust í fjórða umfarið í FA Cup á Emirates leikvøllinum í Manchester. Arsenal byrjaði uttan millum annað Martin Ødegaard, Gabriel Martinelli og William Saliba - City spardi eisini nakað, og báðir eykamálverjarnir vóru inni.

Tað var ein tættur dystur, sum varð avgjørdur við einum einstøkum máli. Hetta skoraði Nathan Aké, sum hesaferð spældi á vinstra bakki, eftir gott upplegg frá Jack Grealish tíðliga í seinna hálvleiki.

Útiliðið skapti nakrar góðar støður eftir hetta, og sendi eisini álopskendar profilar á vøllin, men City vann hesuferð, og spurningurin er so, um tað hevur nakran mentalan týdning til stórdystirnar millum liðini seinni í ár.



FA Cup 4. umfar
Fríggjadagin 27. januar
Manchester City - Arsenal 1-0 (0-0)


Í dag er ein rúgva av steypadystum í Onglandi - sí yvirlit her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder