Annað

– Íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi eiga ikki at sleppa at luttaka í OL

Altjóða olympiska nevndin umhugsar at loyva íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi at luttaka undir neutralum flaggi, og Ukraina hóttir við at boykotta leikirnar, sum verða í París næsta ár.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-28 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð boðað frá, at altjóða olympiska nevndin, IOC møguliga fór at loyva íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi at luttaka í olympisku leikunum næsta ár undir neutralum flaggi.

Men hetta uppskotið fall ikki í góða jørð hjá ukrainum.

Vadym Goutzeit, ráðharri í ítróttarmálum í Ukraina sigur, at Ukraina ikki kann góðtaka, at russar og hvítarussar sleppa at luttaka í OL, sum verður í París næsta ár.

Hann sigur, sambært Ritzau, at Ukraina í løtuni roynir at leggja trýst á IOC og aðrar altjóða felagsskapir fyri at fáa teir at taka undir við at útihýsa íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi, og hóttir ráðharrin eisini við, at Ukraina fer at boykotta leikirnar í París.

– Okkara støða verður verandi óbroytt, so leingi kríggið heldur fram í Ukraina. Russiskir og hvítarussiskir íðkarar eiga ikki at luttaka í altjóða kappingum. Um vit ikki verða hoyrd, vil eg ikki útiloka, at vit fara at boykotta og nokta at luttaka í leikunum.

Eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst at IOC.

Zelenskyj skrivar á Twitter, at hann bjóðar Thomas Bach, forseta í IOC at vitja krígsherjaða ukrainska býin Bakhmut.

– So kann hann síggja við sínum egnu eygum, at neutralitetur ikki er til, sigur hann.

Í Stórabretlandi, Danmark, Noregi og Svøríki taka tey heldur ikki undir við at loyva íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi at luttaka í OL. Anne Hidalgo, borgarstjóri í vertsbýnum París sigur seg tó taka undir við IOC, so leingi russar luttaka undir neutralum flaggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder