Fótbóltur

Everton tryggja sær tveir leikarar úr Barcelona

Everton hevur keypt Kolumbiskan miðverja, sum setti met í heimsmeistarakappingini.

2018-08-09 18:50 Author image
Regin Winther Poulsen

Everton hevur í dag tryggja sær tveir leikarar úr Barcelona. Teir eru Andre Gomes, sum Everton skal læna í eitt ár, og Yerri Mina, ið kostar umleið 230 milliónir krónur.

Andre Gomes er miðvallaleikari og hevur leikt við Barcelona síðani 2016, meðan Yerri Mina, sum er miðverji, einans hevur leikt við Barcelona síðani januar í ár. 

Mina stól nógvar yvirskriftir í summar, tá hann skorðaði trý mál fyri Kolumbia í heimsmeistarakappingini. Hann skallaði øll málini inn eftir hornaspark. Bert ein annar miðverji hevur skorað trý mál í heimsmeistarakapping og tað er týski Paul Breitner. 

Fyrr í summar keypti Everton eisini Lucas Digne úr Barcelona. Umframt teir trýggi Barcelona leikarinir hevur Everton tryggja sær sáttmála við Richarlison úr Watford, sum kostaði 40 milliónir pund, Joao Virginia úr Arsenal, ið varð keyptur fyri óenda upphædd, og Bernard úr Shakhtar Donetsk, ið ongan sáttmála hevði og tískil skifti lið uttan at Everton skuldi gjalda nakað.