Fótbóltur

Upptakt: Í kvøld verður brakið við Djúpumýru

Ongantíð hava hesi liðini havt so nógv stig hetta tíðspunktið í kappingini; nú hittast arvafíggindarnir til oddadyst.

KÍ og HB stríðast um oddasessin í Klaksvík í kvøld(Mynd: Jens Kr.Vang)

KÍ og HB stríðast um oddasessin í Klaksvík í kvøld(Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-08-10 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ímillum Aqua og Zaru Larsson trína tvey av høvuðsnøvnunum á ársins Summarfestivali á grøna pallin við Djúpumýru. Seinastu tíðina hava Fótbóltsføroyar glett seg til oddadystin millum KÍ og HB, og nú er dagurin her.

Liðini hava tilsamans bert mist stig sjey ferðir í 34 royndum. Ein av teimum ferðunum var í fyrsta umfari, tá HB tapti 3-0 fyri KÍ í Gundadali. Tá var HB-liðið, sambært málverjanum Teiti Gestssyni, óskipað. Síðani fór HB ósigrað fram til Ólavsøku, tá NSÍ vann 2-0. Ímillum ósigrarnar vann HB millum annað 12 dystir á rað. KÍ hevur havt eina sera trupla periodu, tá liðið fyrst varð sligið út úr steypakappingini í Trongisvági, tapti í Gundadali fyri B36 og á heimavølli fyri Víkingi, áðrenn NSÍ ímóti endanum av dystinum við Djúpumýru javnaði. Eftir hesar fýra dystirnar uttan sigur, hevur KÍ bara vunnið í Betri-deildini; sjey ferðir á rað.

Hemir Guðjónsson og Mikkjal Thomassen hava av álvara fingið síni lið at hanga saman, og tey eru søguliga góð. Bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at HB og KÍ hava ongantíð havt so nógv stig eftir 17 umfør. Nú tíggju umfør eru eftir, er spurningurin, hvør fær fyrimunin. HB er tvey stig frammanfyri, og liðini hittast aftur 23. september. Sostatt er einki avgjørt í FM-stríðnum aftaná í kvøld, og hetta vísti liðformaðurin Páll A. Klettskarð eisini á í samrøðu við Roysni mikukvøldið. Men tað er tó eingin ivi um, at dysturin hevur stóran týdning.   

HB og KÍ eru mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti, men hava ikki leikt slíkar stórdystir í nýggjari tíð. Í 1971 og 1972 leiktu feløgini “FM-finalur”; eina við Djúpumýru og eina í Gundadali. HB vann í Klaksvík, og KÍ í Havn. Seinastu mongu árini hava liðini ikki kappast tætt um FM samstundis; í 2002 vóru bæði í oddastríðnum. KÍ vann 3-2 við Djúpumýru 4. august, meðan HB vann FM rímiliga trygt til endans. Í 2009 leiktu liðini lagnudyst í Gundadali í næstseinasta umfari. Við 4-2 sigri tryggjaði HB sær FM-heitið, og sendi samstundis KÍ niður í næstbestu deildina á fyrsta sinni.

Nú er talan um satt oddabrak, og tað verður ein risastór áskoðarafjøld í Klaksvík í kvøld. Páll Klettskarð sigur, at talan verður um ein øðrvísi dyst í tann mun, at áskoðaratalið verður so stórt. Teitur Gestsson sigur, at teir í HB gleða seg at koma norð at spæla í slíkum kørmum og við so nógvum uppá spæl. Teir vita eisini, at talan er um ein sera truplan útidyst. HB hevur annars ikki mist stig uttanfyri Gundadal í ár.

Hjá KÍ eru teir allarflestu leikararnir tøkir. Miðvallarin Jákup B. Andreasen er tøkur aftur eftir leikbann. Tó er tað ein smeitur, at sera stinni serbiski miðverjin, Deni Pavlovic, hevur leikbann. Kristoffur Jakobsen fór út við skaða í dystinum hjá 1. deild í gjár, so ivasamt er við honum. Óli Eyðsteinsson Poulsen kom inn fyri Kristoffur og avgjørdi dystin móti NSÍ. Hjalgrím Elttør spældi allar 90 minuttirnar í hesum dystinum. Hjá KÍ er langtíðarskaddi Hákun Edmundsson framvegis úti.

Í HB-leguni kunnu teir gleðast um, at liðformaðurin og høgri bakkurin Jógvan Rói Davidsen er tøkur aftur, og at íslendski Binni Hløðversson eisini er til reiðar at spæla aftur eftir leikbann. Sebastian Pingel er liðugur fyri í ár, og Aleksandar Stankov er farin úr felagnum.

Dysturin við Djúpumýru byrjar klokkan 18.00. Alex Troleis dømir dystin.

Vit verða til staðar, og hava myndir og dystarfrásøgn. Støðan verður uppdaterað, og eftir dystin hava vit samrøður.

Ein annar dystur verður leiktur í Betri-deildini í kvøld. B36 tekur móti EB/Streymi. Dysturin skuldi upprunaliga spælast sunnudagin, síðani varð hann fluttur til hóskvøldið(í gjár), og víðari til í dag. B36 og EB/Streymur spæla eisini klokkan 18.00.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder