Hondbóltur

Føroyar taptu fyrsta EM-dystin

Føroyku U18-dreinginir taptu við seks málum móti Luksemborg. Ein føroyskur leikari skaraði tó framúr.

Mynd: HSF.fo

Mynd: HSF.fo

2018-08-10 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U18 landsliðið við monnum tapti í morgun fyri Luksemburg í sínum fyrsta dysti í EM-kappingini í Georgia, sum er farin av bakkastokki í dag. Hetta er eisini fyrsti landsdystur nakrantíð hjá fleiri av føroysku spælarunum. 

Føroyar byrjaðu væl og løgdu seg á odda beinavegin við tveimum málum og lógu á odda til 9-7, men síðan javnaði Luksemburg og dróg frá. Stóri trupulleikin hjá Føroyum var verjan, sum mótstøðumenninir runnu um koll. Tá farið var til hálvleiks var støðan 12-18.

Í seinna hálvleiki stóð verjan nakað stinnari, og við 16 ára gamla Elias á Skipagøtu sum støðuga hóttan í álopinum, megnaðu Føroyar at halda málmuninum. Endaliga úrslitið varð 32-26.

Elias á Skipagøtu varð valdur til dagsins leikara eftir dystin.

Í morgin skulu Føroyar royna seg móti Estlandi.

Málskjúttar:
Elias á Skipagøtu, 10
Hákun Vest av Teigum, 4
Pauli Mittún, 3
Martin Danielsen, 2
Dánjal Ragnarsson, 1
Sakaris Aviano Sakarisson, 1
Ivan Mrdalo, 1
Høgni Fríðuson Gaard, 1

HSF.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder