Fótbóltur

Leygardagin verða síðstu dystirnir í U17 NM kappingini spældir

Føroyar dystast við Svøríki um 5. Plássið

Leygardagin verða síðstu dystirnir í U17 NM kappingini spældir

Mynd: FSF

2018-08-10 16:02 Author image
Ari av Rana

U17 NM kappingini í fótbólti hevur seinastu tvær vikurnar verið spæld í Tórshavn, og nú nærkast endanum. Um vikuskiftið verða síðstu dystirnir spældir, har liðini spæla um endaligu plássini.

Kappingin varð skipað soleiðis, at átta lið vórðu deild í tveir bólkar, har bólkavinnararnir síðani pæla finalu, liðini, sum endaðu nummar 2 í bólkinum spæla um 3. Plássið, liðini sum endaðu nummar trý spæla um 5. plássið, meðan aftastu liðini í bólkunum spæla um 7. plássið.

Føroyar endaðu nummar 3 í sínum bólki, og skulu tí spæla um 5. plássið. Mótstøðuliðið í tí dysitnum verður Svøríki.

Skráin fyri dystirnar leygardagin er hendan:

11:00: Norðurírland – Kina á Argjum (7./8. pláss)

11:00: Føroyar – Svøríki á Tórsvølli (5./6. pláss)

11:00: Danmark – Noreg í Gundadali (3./4. pláss)

14:30: Ísland – Finland (finala)