Fótbóltur

Í kvøld byrjar Premier League

Manchester United og Leicester City standa fyri undirhaldinum í kvøld

Í kvøld byrjar Premier League

Mynd: EPA

2018-08-10 16:28 Author image
Ari av Rana

Í dag er dagurin, sum nógv fótbóltáhugaði hava bíða eftir síðani mai mánað. Í kvøld byrjar nýggja kappingarárið í Premier League.

Sum altíð er nógvur spenningur um hvussu kappingin fer at hilnast. Flestu eru samd í at Manchester City eru favorittar at endurvinna meistaraheitið, men fyriuttan hetta, so er ikki nógv sum fólk eru samd um. Hvørji lið endað kappingarárið við at vinna sær luttøku til Champions League ella hvørji lið bjarga sær lívinum í bestu deildini, eru spurningar, sum fáa siga seg hava svar uppá.

Hvussu er og ikki, so er dysturin í kvøld millum eitt av fremstu liðunum í kappingini, og eitt lið sum ynskir at kappast um at spæla evropeiskan fótbólt næsta ár.

Manchester United setur sær altíð høg mál til kappingarárið, og í ár er einki undantak. Liðið hevur ikki megna at styrkt seg í summar soleiðis sum venjarin, Jose Mourinho, ynskti, men hóast hetta er liðið eitt tað sterkasta í kappingini, og eigur at kappast millum tey allar fremstu.

Leicester City hevur víst seg at verða eitt av góðu liðunum í kappingini, og kann á sínum degi kappast við tey bestu. Liðið endaði á einum níggjunda plássi síðsta kappingarár, og vónar at betra um tað støðuna.

Dysturin í kvøld verður spældur á heimavøllinum hjá Manchester United, Old Trafford, og byrjar klokkan 20.