Fótbóltur

Soleiðis stilla liðini upp í oddabrakinum

Mikkjal Thomassen og Heimir Guðjónsson hava sett nøvn á teir, ið eru inni frá byrjan við Djúpumýru.

Soleiðis stilla liðini upp í oddabrakinum

Savnsmynd

2018-08-10 17:33 Author image
Agnar Frederiksen

Klokkan 18.00 bríkslar Alex Troleis fyri fyrstu ferð í Klaksvík, har sannur oddadystur er á skránni.

Hjá KÍ hevur Deni Pavlovic leikbann, og tað ger, at Ólavur Niclassen kemur inn í miðverjuna. Hørður Askham er fluttur aftur í miðverjuna,  og Jákup B. Andreasen kemur aftur inn á sentrala miðvøllin eftir leikbann.

KÍ(Helst 4-4-1-1):

Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Hørður Askham, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen – Ronni Møller-Iversen, Steinbjørn Olsen, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Semir Hadzibulic – Páll A.Klettskarð(L)

Bonkur: Meinhardt P. Joensen, Predrag Pocuca, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Mikkjal á Bergi, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen

Liðformaðurin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, er tøkur aftur og tað er Brynjar Hlóðversson, ið hevði leikbann seinasta, eisini.

HB(Helst 4-5-1 ella 4-3-3):

Teitur M.Gestsson – Jógvan Rói Davidsen(L), Bartal Wardum, Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson – Adrian R. Justinussen, Grétar Snær Gunnarsson, Brynjar Hlóðversson,  Tóndur Jensen, Símun Samuelsen – Ari Mohr Olsen

Bonkur: Bjarti Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Dan í Soylu, John J. Frederiksen, Jógvan A. Skeel Nolsøe, Heri Hjalt Mohr, Niklas T. Kruse

Bert tvey skilja liðini, ið eru nummar eitt og tvey á stigatalvuni.