2018-08-10 19:02
EBS/Skála er í hesum døgum í Litava, har liðið luttekur í Champions League á fyrsta sinni.
Týsdagin tapti føroyska meistaraliðið 3-0 móti NSA Sofia. Í dag gjørdist talan um greiðan óigur móti vertununum, Gintra. Litaviska liðið vann heili 7-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Hagtølini vísa eisini, at Gintra var sera greitt omaná.
Seinasti dysturin hjá EBS/Skála í Champions League verður mánadagin, tá finska Honka er á skránni.
Gintra - EBS/Skála 7-0(2-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald